Uttanlands

Oljuprísur kann røkka 140 dollarum nú Asia letur uppaftur

Møguleiki er fyri einum oljuprísi uppá 140 dollarar í hesum árinum, um londini í Asia fylgja Kina og lata landamørkini uppaftur eftir korona

2023-01-08 16:29 Author image
Jan Müller
placeholder

Henda eygleiðingin kemur frá stjóranum í einum stórum “hedge” grunni, Pierre Andurand, eftir at Kina er við at seta úr gildi koronaavmarkingar, og onnur lond í Asia møguliga fara at gera tað sama.

Vit kunnu vænta, at eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa við 4 mió. tunnum um dagin ella svarandi til 4% og er hetta nærum tvífalt tað, sum fleiri leiðandi greinarar annars hava gitt.

-Eg giti, at oljuprísurin fer at hækka til 140 dollarar fyri tunnuna, so skjótt sum alt Asia hevur latið uppaftur eftir korona sigur Andurand sambært Energy Voice.

Marknaðurin undirmetir støddina av eftirspurninginum, sum slík upplating fer at hava við sær.

Annars hevur lækking í oljuprísinum merkt byrjanina av 2023, har prísurin er lækkaður við 8% og er niðanfyri 80 dollarar í løtuni. Hetta kemst serstakliga av, at koronatilburðirnir í Kina eru øktir, eins og ótti er fyri búskaparligari afturgongd í USA.

Kortini verður roknað við, at tá koronaavmarkingarnar eru burtur í Asia, fer tað at hava við sær størri ferðslu her ikki minst loftvegis. Og tað fer at økja um eftirspurningin og harvið eisini prísin.

Hægsti oljuprísurin í fjør var í mars, tá hann náddi 139 dollarum eitt stutt skifti fyri síðani at kava langt undir núverandi prísin. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder