Oljuprísurin lækkaði munandi í morgun, m.a. eftir at stjórin í heimsins størsta oljufelag, Saudi Aramco, boðaði frá, at felagið er tilreiðar at økja um oljuframleiðsluna skrivar Energy Watch sambært Reuters.
Saudi Aramco sigur seg vera klárt til at økja um framleiðsluna til 12 mió. tunnur um dagin, sum tá er tað mesta felagið kann framleiða.
Aftrat hesum kemur, at framleiðslan á fleiri amerikanskum olju- og gasspallum er tikin uppaftur eftir ein steðg. Eisini minni eftirspurningur úr Kina kann hava ávirkan á prísin.
Men eisini aðrar orsøkir eru til príslækkingina skrivar Reuters. Tað er m.a. útlitið fyri eini kjarnorkuavtalu millum Iran og Vesturheimin. Samráðingar hava verið í eina tíð og boðar iranski uttanríkisráðharrin frá, at Iran innan á miðnátt fer at svara einum uppskoti frá ES. Um hetta verður av ongum so halda iranar dyrnar opnar fyri víðari samráðingum.
Roknað verður við at ein avtala um kjarnorku kann økja iransku oljuframleiðsluna við 1 mió. tunnum um dagin innan 12 mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald