Uttanlands

Oljuprísur kavar undir 60 dollarar

Avgerðin hjá Opec+ at økja um framleiðsluna hevur fingið oljuprísin at lækka munandi til góðar 59 dollarar fyri tunnuna

2025-05-05 16:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Lækkingin er 4% og kemur eftir, at átta limalond í Opec teirra millum Saudi Arabia og Russland leygardagin gjørdu av at hækka framleiðsluna við 411.000 tunnum í juni. Avgerðin varð tikin m.a. sum eitt úrslit av avgerðini hjá Trump forseta at hækka toll.

Tað kemur óvart á marknaðin, at Opec fyri aðru ferð eftir stuttari tíð tekur avgerð um at hækka framleiðsluna.

[object Object]

-Opec hevur júst blakað eina bumbu á marknaðin segði Jorge León, eitt fyrrverandi starvsfólk hjá Opec skrivar Financial Times í morgun. Við avgerðini at økja um framleiðsluna heilsar tvær ferðir eftir stuttari tíð hevur Opec broytt sína strategi, sum higartil annars hevur verið merkt av, at felagsskapurin hevur lækkað framleiðsluna til tess at varðveita ein støðugan oljuprís uppá umleið 90 dollarar.

Ósemja í Opec hevur verið við til at broyta strategiina, nú fleiri av londunum hava framleitt meira enn tey hava bundið seg til. Enn ein orsøk til lágu prísirnar er minkandi eftirspurningurin eftir olju, nú vøksturin í heimsbúskapinum gongur tann skeiva vegin m.a. sum avleiðing av tollkrígnum hjá Trump.

Norski oljugreinarin Bjarne Schieldrop sigur sambært E24, at helst er talan um, at Saudi Arabia setir hart móti hørðum tvs. at vilja fleiri av limalondunum í Opec ikki góðtaka verandi framleiðslukvotur, so fer tað at merkja lægri oljuprís.

Enn ein orkugreinari, Helge André Martinsen vísir til eina grein hjá Reuters, har tað verður gitt, at Opec+ kann økja um framleiðsluna við meira enn 2 mió. tunnum um dagin innan november. Tað vil so hava við sær, at oljuprísurin lækkar til niðanfyri 50 dollarar innan ársenda. Aðrir greinarar hava eisini nevnt ein oljuprís uppá bæði 40 og 30 dollarar. 

Higartil í ár er oljuprísurin lækkaður við 20% orsakað av øktu framleiðsluni hjá Opec og tollkrígnum hjá Trump. Sambært Financial Times hevur Opec+ hildið aftur seks mió. tunnur um dagin frá marknaðinum seinastu trý árini í eini roynd at stuðla prísinum.


Keldur: Financial Times, Bloomberg, E24

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder