Uttanlands

Oljuprísur lækkar: Russland vil ikki minka framleiðslu enn meira

Oljuprísurin lækkaði fyrr í dag við góðum 5 prosentum - niður á góðar 47 dollarar

2020-03-06 20:18 Author image
Jan Müller
placeholder

 

Tað eydnaðist ikki at fáa semju millum OPEC londini og Russland um at skerja oljuframleiðsluna uppaftur meira. OPEC lond samtyktu hósdagin at lækka oljuframleiðsluna við 1,5 mió tunnum um dagin aftrat teimum 2,1 tunnunum, sum felagsskapurin saman við Russlandi higartil hevur lækkað framleiðsluna við. Men tá Rusland í morgun gjørdi av ikki at fylgja OPEC men kortini varðveita verandi skerjing, hevði tað alt fyri eitt avleiðingar fyri oljuprísin, sum lækkaði við 5,3% niður á góðar 47 dollarar.

Fyri fáum døgum síðani varð hann 52 dollarar og fara vit aftur til byrjanina av árinum varð oljuprísurin eitt skifti 75 dollarar fyri tunnuna. Uppá stutta tíð er oljuprísurin lækkaður við 20% og er hann tann lægsti síðani 2017.

Ein av høvuðsorsøkunum til lága oljuprísin er lækkandi eftirspurningurin í kjalarvørrinum á corona-smittuni, sum hevur ávirkað samfelags- og vinnuhjólini kring allan heim, tó serstakliga í Kina, sum annars er stórbrúkari av olju og gassi. Nógvar verksmiðjur hava stegðað ella skert framleiðsluna, og á flutningsøkinum her serstakliga í flogvinnuni merkist afturgongdin væl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder