Uttanlands

Oljuprísur lækkar undir 100 dollarar

Tekin frá Russlandi um møguliga samráðingarloysn í Ukraina hava fingið oljuprísin at kava aftur - undir 100 dollarar fyri tunnuna

2022-03-16 13:52 Author image
Jan Müller
placeholder

Fyri løtu síðani var oljuprísurin 99,06 dollarar. Fyri fáum døgum síðani var hann eitt skifti uppá nærum 130 dollarar fyri so at lækka aftur til umleið 120 dollarar - og er nú undir 100 dollara markið.

Tíðindastovan Bloomberg heldur lækkingin stavar frá upplýsingum frá Kreml talsmanninum Dmitry Peskov um framgongd í friðarsamráðingunum við Ukraina.

Forsetin í Ukraina skal eisini hava úttalað, at landið er sinnað til at gera eina semju, har landið m.a. góðtekur russiska kravið um ikki at søkja um Nato limaskap og harvið vera neutralt við egnari verju, men hann vil tó fyrst hava Russland at steðga krígnum.  

Hinvegin skal Russland hava slept kravinum um, at stjórnin í Ukraina skal fara frá. Frammi er eisini at skipa Ukraina eftir sama neutralitets-leisti sum Svøríki og Eysturríki. Tað ljóðar kortini, at Ukraina vísir aftur hesum uppskotinum. Zelenskyj vil fyrst hava trygarspurningin uppá pláss.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder