Aftur til Portalin
  • mobile navigation icon
  • orkan.fo
  • Lat aftur orkan.fo Forsíða Innanlands Uttanlands English Oljukeldan

    Aðrar síður

    Portal.fo Veðrið Dagur Roysni Fiskur Nr
Uttanlands

Oljuprísur nær við 50 dollarar eftir Opec-avtalu

Hetta er tann hægsti seinastu níggju mánaðirnar.

2020-12-05 17:14 Author image
Jan Müller
placeholder
 
Opec og Russland eru vorðin samd um at fremja eina avarkaða øking av framleiðsluni frá 1. januar við 500.000 tunnum um dagin. Hetta hevur havt við sær ein vøkstur í oljuprísinum til beint undir 50 dollarar fyri tunnuna.
 
Tíðindi hava annars gingið um stóra ósemju í Opec+, antin verandi  skerjingingin av framleiðsluni skuldi halda fram óbroytt ella ikki. Eina løtu tyktist ósemjan at fara at skaða umdømið hjá felagsskapinum, sum annars fyri tað mesta hevur víst sína styrki við at standa saman.
 
Tá fundurin varð uppafturtikin hósdagin endaði tað við eini semju um at hækka framleiðsluna nakað. Tað saman við einum veikum US dollara hevur ávirkað oljuprísin, sum ikki hevur verið so høgur í níggju mánaðir, skrivar Financial Times. Eisini hevur avgerðin hjá Bretlandi at góðkenna eitt koppingarevni móti korona gjørt sítt til. at oljuprísurin hækkaði. 
 
Stór óvissa hevur annars verið rundan um fundin millum oljuráðharrarnar í Opec og Russlandi.Tá fundurin varð sett mánadagin var hann kortini eftir fáum tímum útsettur til hósdagin, tí fleiri av londunum vildu hava betri stundir til at viðgera framleiðsluna. Tá ljóðaði, at Saudi Arabia vildi hava londini at samtykkja óbroytta framleiðsluavmarking til apríl 2021. Hesum vóru Russland, Irak og UEA ikki so fegin um men vildu hava smærri broytingar. Og gjørdist so semjan tann, at hækkingin av framleiðsluni bleiv ein fjórðing av tí, sum londini annars høvdu í kvittanum, tvs. 500.000 ístaðin fyri 2 mió. tunnur hækking um dagin. Avgjørt er so eisini at hava regluligar fundir eina ferð um mánaðin fyri serliga at fylgja við, hvussu fer at gangast við koppsetingini móti korona. 
 
Eygleiðarar halda, at eftirspurningurin fer neyvan at vaksa aftur fyrr enn næsta summar, tá lond helst hava megnað at byggja upp eina skipan við flutningi og veiting av koppingarevninum. Og væntandi kemur øll flogferðslan heldur ikki fyri seg fyrr enn um eitt hálvt ár ella so, skrivar Financial Time. 

 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Mest lisið á orkan.fo

  • Sev reisigildi í Skálafirði

    Innanlands
  • Føroyar kunnu gerast land við ongum útláti

    Innanlands
  • Bretska oljuvinnan ynskir økt samstarv við Føroyar

    Innanlands
  • Stevna móti spennandi oljuframtíð á Atlantsmótinum

    Innanlands
  • Oljukelda við Føroyar fylti nógv á orkufundi í Aberdeen

    Uttanlands
  • Effo styrkir virksemið í Danmark við keypi í Hirtshals

    Innanlands
  • Mette Frederiksen: Loysn skal finnast í Miðeystri

    Uttanlands
  • Atlantic Petroleum: Seta kós aftur móti føroyska landgrunninum 

    Innanlands
portal.fo logo
  • Síður
    • Portal.fo
    • Dagur.fo
    • Fiskur.fo
    • Roysni.fo
    • Orkan.fo
  • Lýsingar
    (+298) 20 70 70
    Borgar Kristiansen
    [email protected]
  • Redaktión
    tel. 20 80 80
    [email protected]
    Sverri Egholm
    Netredaktør (Ábyrgd)
    [email protected]
  • Fyristing
    tel. 20 80 80
    [email protected]

Portal.foHoyvíksvegur 67100 Tórshavn(+298) 20 80 80[email protected]