Uttanlands

Oljuprísur togar seg upp ímóti 60 dollaramarkinum

Eftir at hava kavað undir 50 dollarar fyri tunnuna um jóltíðir, hevur oljuprísurin nú otað seg uppaftur og nærkast 60 dollaramarkinum.

2019-01-04 15:51 Author image
Jan Müller
placeholder

Í løtuni er hann 57,27 dollarar fyri tunnuna. Hækkingin kemst fyrst og fremst av, at avgerðin hjá Opec at lækka framleiðsluna hevur víst seg í verki at vera verulig. Londini framleiddu munandi minni av olju í november og desember ella knappar 600.000 tunnur minni.

Eisini tíðindini um, at USA og Kina eru um at møtast aftur við samráðingarborðið, hava skapt bjartskygni um, at búskaparligi vøksturin fer at halda fram. Framleiðslutøl úr USA stuðla so eisini uppundir ein hækkandi oljuprís. Metingarnar um framtíðar oljuprísin eru sera ymiskar. Heilt frá miðskeiðis í 50-unum til upp ímóti 70 dollarum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder