Uttanlands

Oljuprísur upp í loft fyri síðani at kava aftur

Oljuprísurin var eitt skifti 72 dollarar fyri síðani at lækka til 65 dollarar nærum dag um dag

2020-01-09 11:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað kann ganga báðar vegir, tá tað um oljuprísin ræður í kjalarvørrinum á hernaðarligum tiltøkum í Miðeystri. Eftir at USA gjørdi av við hægsta iranska herovastan fór oljuprísurin upp um 70 dollarar, fyri síðani at lækka aftur til 65 dollarar eftir at Iran framdi rakettálop á amerikanska herstøð í Irak. Eftir tað helt amerikanski forsetin eina røðu, har hann royndi at slætta sjógvin og harvið gekk burtur frá hóttan síni  um hevndarálop. Eftir iransku rakettálopini var oljurpísurin tó eitt skifti uppi á 72 dollarum fyri síðani at kava aftur eftir røðuna hjá Trumf forseta.

Enn ein orsøk til brádligu lækkingina í oljuprísinum, sum eitt skifti var 72 dollarar, vóru tíðindini um, at amerikonsku oljugoymslurnar eru nógv størri enn higartil mett.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder