Tá Russland fyri fáum døgum síðani gjørdi innrás í Ukraina, náddi oljuprísurin 100 dollara markinum. Í morgun gjørdi prísurin enn eitt stórt lop uppá 6% til nærum 113 dollarar fyri tunnuna. Hetta er hægsti prísurin í nærum 10 ár og er hann nærum tvífaldaður síðani árslok.
Tað eru teir greinarar, sum halda, at prísurin kann hækka enn meira til eitt nú 130 og heilt upp til 160 dolarar, um støðan í Ukraina gerst enn álvarsligari.
Spurningurin um russiska útflutningin av bæði gassi, olju og koli kann eisini koma at ávirka orkuprísirnar. Hóast vestanveldini hava sett sanktiónir í verk móti Russlandi, hevur man enn ikki tikið avgerð, um hesar eisini skulu fevna um orku. Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri fleiri evropeisk lond, sum í dag eru sera bundin at russiskum gassi serliga.
Kelda E24
Eitt boykott av russiska orkuútflutninginum kann vaksa um eftirspurningin og harvið eisini prísirnar. Um prísirnir hækka nógv meira er eisini møguleiki fyri, at tað fer at ávirka eftirspurningin, soleiðis at fátækk lond rætt og slætt ikki hava ráð til at keypa olju og gass, og tá vil prísurin heilt náttúrliga lækka aftur. Hertil eru vit so enn ikki komin.
Fyri at steðga príshækkingini hava fleiri lond gjørt av at lata upp fyri eykagoymslunum, soleiðis at 60 mió. tunnur kunnu koma á marknaðin. Líkt er tó ikki til, at tað megnar at steðga príshækkingunum.
OPEC+ londini, sum eisini fevna um Russland, fara í dag at hava fund um støðuna, og um tey skulu halda fram við at økja um framleiðsluna frá 1. apríl við 400.000 tunnum.
Umboð fyri íløgubankan Goldman Sachs sigur sambært E24, at ein “oyðilegging av eftirspurninginum” gjøgnum uppaftur hægri prísir er nú møguliga einasti vegurin at fáa prísirnar á eitt lægri støði.
Umboð fyri greiningarfyritøkuna Rystad Energy sigur, at alt bendir á, at orkukreppan er komin fyri at verða. Eftirspurningurin eftir olju og gassi í Vesturheiminum heldur fram við at vaksa, og tað fer uttan iva at koma til eina altjóða orkukreppu segði Jarand Rystad í samrøðu við E24. Sjálvur heldur hann, at oljuprísurin kann røkka 130 dollarum fyri tunnuna,og at brúkaranir fara at kenna sviðan við bensinpumpurnar og á streymrokningini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald