Uttanlands

Oljuprísurin kavar

Oljuprísurin hevur ikki verið so lágur síðani desember 2021

2023-03-15 23:08 Author image
Jan Müller
placeholder

Prísurin er lækkaður nógv seinastu dagarnar til góðar 74 dollarar fyri tunnuna. Ein høvuðsorsøkin til fallið er støðan í bankaheiminum, har fleiri amerikanskir bankar rilla og onkur teirra er farin á húsagang.

Vaksandi inflatión ger seg galdandi og var prísvøksturin í USA 6% í februar. Greinarar siga, at trupulleikar í bankavinnuni og inflatiónin eru høvuðsorsøkin til, at oljuprísurin er so nógv lækkaður.

Eitt skifti varð oljuprísurin 71,77 dollarar men hækkaði so nakað aftur. Oljuprísurin hevur ikki verið so lágur síðani 3. desember 2021.

Møguleiki er fyri, at eftirspurningurin eftir olju fer at lækka orsakað av, at tað verður torførari at fáa lán vegna  ringu støðuna hjá fleiri stórum og meðalstórum bankum í USA men eisini í Evropa. Hetta ger seg m.a. galdandi fyri sveisiska stórbankan Credit Suisse. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder