Uttanlands

Oljuprísurin lækkaður við 15 dollarum í november

Oljuprísurin var mánamorgun 80 dollarar fyri tunnuna. Hetta er ein lækking uppá nærum 50 dollarar, síðani hann gjørdist methøgur uppá 133 dollarar eftir russisku innrásina í Ukraina

2022-11-29 17:06 Author image
Jan Müller
placeholder
Eftir ein rættiliga støðugan oljuprís millum 90 og 100 dollarar stóran part av 2022 lækkaði hann í gjár til 80 dollarar. Týsmorgun hækkaði prísurin tó aftur til umleið 86 dollarar. Orsøkin til hækkingina eru gitingar um, at Opec+ á fundi 4. desember ætlar at lækka framleiðsluna við tí fyri eygað at varðveita ein høgan oljuprís. 

[object Object]

Við ársbyrjan var prísurin 77 dollarar fyri tunnuna, men eftir russisku innrásina í Ukraina 24. februar hækkaði hann til 133 dollarar eitt skifti. 

Orsøkin til príslækkingarnar  í november er óttin fyri resessión í USA  eins ov koronatiltøk og mótmæli í Kina. 

[object Object]

Nógv fundarvirksemi er annars í ES um framtíðar oljuprísin. Fleiri lond vilja hava ES at áseta eitt loft á oljuprísin uppá 65 til 70 dollarar. Enn hevur tó ikki eydnast at fáa semju um hetta. 

Í desember kemur annars í gildi bann móti innflutningi av russiskari olju til ES.  



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder