Ein høvuðsorsøkin til lækkingina er óttin fyri resessión – fyri búskaparligari afturgongd eins og fyri minni eftirspurningi. Hetta er triði dagurin á rað, at oljuprísurin lækkar. Hann hevur ikki verið so lágur síðani 6. januar. Eitt skifti í mars var prísurin umleið 130 dollarar fyri tunnuna. Í gjárkvøldið varð prísurin 79,08 dollarar tvs. bara í gjár ein lækking uppá 4,5% sambært greinarafyritøkuni Rystad Energy.
Greinarar halda, at støðan fer at broyta seg í fyrru helvt av 2023, tá bæði eftirspurningurin og prísurin fara at hækka. Hetta m.a. tí at roknað verður við vøkstri í eftirspurninginum í Kina, ikki minst nú Kina hevur lutvíst latið upp aftur fyri teimum hørðu koronarestriktiónunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald