Uttanlands

Oljuprísurin nærkast 50 dollarum

Útlitini til at trý koppingarevni móti korona fara á marknaðin skjótt ávirka oljuprísin 

2020-11-25 09:41 Author image
Jan Müller
placeholder
[object Object]
Altjóða oljumiðlar gera nógv burtur úr lovandi koppingarevninum móti korona
 
 
 
Tíðindini um at ikki færri enn trý ymisk koppingarevni móti korona skjótt vera klár at koyra út á marknaðin hava eftir øllum at døma havt stóra ávirkan á oljuprísin, sum í gjár nærkaðist teimum 50 dollarunum. Hann var eitt skifti 46,87 dollarar fyri tunnuna, tað hægsta síðani mars mánað og síðani koronasáttin fór at gera um seg kring heimin.
 
Vónirnar til eina heimsumfatandi koppseting móti korona komandi mánaðirnar hava fingið oljumarknaðin at trúgva uppá, at eftirspurningurin eftir olju og gassi aftur fer at vaksa.
 
Eisini avgerðin í Hvítu Húsunum í USA at loyva komandi forsetanum at fáa atgongd til grunnin, sum skal byrja forsetaskiftið, hevur havt ávirkan á oljuprísin siga eygleiðarar.
 
Somuleiðis vera tíðindini um, at Joe Biden, nývaldi forsetin, er farin undir at kjósa sær týðandi ráðharrar, tikin sum ein sera jalig ábending um, at forsetaskiftið fer at ganga smidligari enn mong høvdu droymt um, nú Donald Trump forseti ikki vil góðkenna valúrslitið skrivar Oil Price.  
 
Sambært Bloomberg er møguleiki fyri, at eftirspurningurin eftir olju fer rættiliga at koma fyri seg aftur miðskeiðis í komandi ári. Tað er ikki so nógv tíð síðani, at oljuprísurin var niðanfyri 20 dollarar.
 
Stórur spenningur er eisini um fundin millum orkuráðharrarnar i Opec+ í komandi viku, tá londini í felagsskapinum helst fara at útseta ætlan at taka av ella minka um framleiðsluavmarkingarnar, sum hava verið í gildi í eina tíð.  
 
 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder