Uttanlands

Oljuprísurin tekur dik á seg aftur

Hækkar við umleið 17% til góðar 26 dollarar fyri tunnuna

2020-04-30 18:28 Author image
Jan Müller
placeholder

 Oljuprísurin er seinasta døgnið hækkaður við umleið 17% til góðar 26 dollarar fyri tunnuna. Eitt skifti herfyri var hann heilt niðri á góðum 15 dollarum. Til sammetingar var hann omanfyri 60 dollarar í januar í ár.

Orsøkin til seinastu hækkingina er m.a. tann, at goymslurnar av bensini í USA eru ikki so stórar sum fyrr mett. Eisini síggjast skerjingarnar av oljuframleiðsluni, sum Opec og onnur oljuframleiðandi lond herfyri samtyktu, nú aftur í oljuprísinum. Tær skuldu koma í gildi frá 1. mai, men fleiri av londunum hava longu minkað munandi um sína framleiðslu hesa seinastu vikuna eisini. At búskapurin í Kina so smátt er við at koma í gongd aftur hevur so eisini sína ávirkan á oljupríshækkingina.

Greinarar ávara tó um ikki at tað uppgongdina í prísinum sum nakað givið, tí enn ger koronakreppan so mikið um seg, at vit hava enn ikki sæð allar avleiðingarnar av henni. So gott sum øll heimsins flogferðsla er rakt av koronasmittuni, og tað ger m.a., at lítil ella eingin eftirspurningur er eftir olju.

 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder