Nýggj tøkni, sum ger, at til ber at fáa nógv meira av olju upp úr undirgrundini enn higartil, hevur fingið norska oljufelagið Equinor til at brúka tríggjar mia. kr. til at byggja út stóra og søguliga oljufeltið Statfjord á norska landgrunninum. Sambært Finansavisen skal framleiðslan eftir hesa útbygging kunna økjast við 23 mió. tunnum av olju. Við hesi íløguavgerðini kann livitíðin hjá Statfjord økjast við 20 árum til 2040.
Norsk oljuvinna, sum liggur greitt á odda, tá talan er um menna tøknina til tess at fáa meira av olju upp úr verandi goymslum í undirgrundini, vil við umrøddu útbygging økja um útvinningina úr 56% til 62%. Equinor er fyristøðufelag og eigur 32% av feltinum. Petoro eigur 30%, Vår Energi 21%, Spirit Energy 12%, Idemitsu 4,8% og Winthershall Dea 1,4%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald