Uttanlands

Oljustjórar methøgar samsýningar

Fleiri mótmæla høgu samsýningum til stjórar í BP og Shell og krevja, at stjórnin áleggur teimum ein serstakan eykaskatt

2023-03-11 16:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Sera høgu roknskaparúrslitini hjá serliga fleiri av stóru olju- og gassfeløgunum hava gagnað ikki bert partaeigarum og skattavaldinum men so sanniliga eisini stjórunum í feløgunum.

Stjórin í BP fekk løn og bonus samsýning í 2022, sum svarar til 10 mió. pund. Stórur partur av samsýningini stavar frá bonus sum eitt úrslit av framúr góða úrslitinum í undanfarna ári. Bonus hjá BP stjóranum er 8,4 mió. pund av teimum umleið 10 mió. pundunum og verður m.a. latin sum partabrøv. Hetta er nærum tvífalt so nógv, sum  hann fekk í 2021. 

[object Object]

Tað halda fleiri vera heilt órímuligt, tá hugsað verður um, hvussu teir høgu orkuprísirnir raka vanlig húsarhald m.a. í Bretlandi. Tey krevja, at serligi “Windfall” skatturin, ið er álagdur oljufeløg, eisini skal fevna um methøgu lønirnar hjá stjórunum í somu feløgum. Eitt nú lønina hjá Bernard Looney, stjóra í BP. Sambært felagsskapinum Global Witness er lønin hjá Looney 300 ferðir hægri enn hjá einum vanligum arbeiðara í Bretlandi og eins høg sum 4000 húsarhald í Bretlandi rinda fyri orkurokningar. 

Umframt hann er eisini komið fram, at undanfarni stjórin í Shell, ein av heimsins størstu fyritøkum, Ben van Beurden hevði eina lønarsamsýning og bonus  í fjør uppá 9,7 mió. pund, eitt vet minni enn hansara starvsfelagi í BP. Hetta skrivar orkunetmiðilin Energy Voice.

Høgu tølini eru fyrst og fremst ein avleiðing av russisku innrásini í Ukraina í 2022, sum fekk olju- og gassprísin at fara til himmals. Vinningurin hjá BP í 2022 var 22,9 mia. pund. Kortini fekk BP ein dyggan frammaná, tá tað avgjørdi at taka seg úr samstarvinum við russiska orkufelagið Rosneft. 

Jonathan Noronha-Gant frá felagsskapinum Global Witness heldur tað vera púra burturvið, at stjórar í orkufeløgum forvinna so nógvan pening, um somu tíð sum vanligi bretin ikki hevur ráð til at keypa gerandisvørur.

Hetta er sum ein nevi beint í andlitið á teimum, sigur hann sambært Energy Voice. Hann heldur stjórnin eigur at áleggja slíkum høgum vinningi og lønum ein nógv hægri skatt. Hann heldur, at um ikki veðurlagskreppan er nóg mikið í sær sjálvum at sleppa av við kolvetni sum brennievni, so eigur stjórnin ikki at venda blinda eygað til tað fátækradømið, sum hann heldur er partur av okkara binding at olju og gassi. Hann heldur vit eiga at skunda undir varandi orku og harvið taka valdið frá teimum stóru orkufeløgunum, sum bara gerast ríkari av kreppuni. 

[object Object]

Eisini fyrrverandi stjórin hjá Shell, Ben van Beurden fær av somu skuffu, nú hansara samsýning í fjør var 9,7 mió. pund, har eins og hjá BP stjóranum meginparturin var bonus útgoldið sum partabrøv. Tað vóru 3 mió. pund meira enn í 2021 sambært árligu frágreiðingini hjá felagnum. Eisini hann fær atfinningar frá umhvørvisfelagsskapum, sum siga, at oljufeløgini gera sær dælt av krígnum í Ukraina og altjóða orkukreppuni. 

Stjórin í sama felagsskapi Global Witness langar út eftir Shell fyri ikki at vísa virðing fyri teimum, sum líða mest undir orkukreppuni og heitir á stjórnina, nú hon í komandi viku fer at leggja fram fíggjarlógaruppskot fyri 2023, at áleggja orkustjórum við so methøgum inntøkum ein eykaskatt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder