Talan er um størstu olju- og gasskelduna á bretska landgrunninum, sum í løtuni verður útbygd við norska Equinor sum fyristøðufelag. Bretskir myndugleikar góvu grønt ljós til útbygging av Rosebank leiðini í 2023 og hevur síðani verið arbeitt fram móti fyrstu framleiðsluni í 2026/27. Keldan liggur tætt við føroyska markið.
Síðani eru Greenpeace og aðrir umhvørvisfelagsskapir farnir í rættin við loyvinum, sum tey siga er latið ólógliga. Víst verður á, at Equinor hevur ikki tikið við í sínum umhvørvismetingum og avleiðingum útlátið frá sjálvari nýtsluni av oljuni og gassinum hjá brúkaranum (nevnt Scope3) men bara frá sjálvari framleiðsluni.
Hetta hevur Hægstirættur í Skotlandi nú tikið til eftirtektar og hevur givið Equinor, sum er fyristøðufelag, boð um at søkja av nýggjum, fyri at kunna fara undir framleiðslu. Tó ger dómarin í málinum, Lord Ericht greitt, útbyggingin av kelduni kann halda fram, til Equinor hevur útvegað sær neyðugu vitanina, sum kann vera grundarlagið undir eini nýggjari umsókn.
Dómurin fevnir bæði um Rosebank og um Jackdaw útbyggingina eystan fyri Aberdeen, sum Shell stendur fyri.
Greenpeace tekur dómin sum ein stórsigur í arbeiðinum at steðga framtíðar útbyggingum av olju- og gasskeldum. Equinor hinvegin sigur, at dómurin hevur við sær, at felagið fer at senda inn nýggja umsókn, men útbyggingin heldur kortini fram sum higartil, meðan arbeitt verður við nýggjari umsókn, sum livir upp til umhvørvistreytirnar. Hetta fer ikki at seinka verkætlanina, men tað fer at geva meira arbeiði og fer at krevja størri samstarv við myndugleikarnar sigur umboð fyri Equinor.
Framleiðsluskip til framleiðsluna á Rosebank, tætt við Føroyar, verður í løtuni gjørt klárt til framleiðslu í 2026/27.
Í rættarúrskurðinum sigur Hægstirættur í Skotlandi, at táverandi bretska stjórnin gjørdi ikki sítt heimaarbeiði nóg gott, tá hon í september 2023 gav loyvi til útbyggingina. Hon átti eisini at kravt av Equinor, tá tað sendi inn sína umhvørvisætlan fyri verkætlanina, at tikið við útlát frá sjálvari nýtsluni av kolvetninum og ikki bara frá sjálvari framleiðsluni. Men hóast umsóknin, sum er játtað, er ógyldug, sambært rættinum, so hevur hann kortini ikki lagt forboð móti víðari útbygging. Og hetta er nakað, sum Equinor leggur stóran dent á skrivar norski netmiðilin E24 fyri løtu síðani.
Enn ein stór oljuleið, Cambo liggur tætt við føroyska markið. Fyristøðufelagið Ithaca arbeiðir í løtuni við uppskoti til eina útbygging. Hvørja avleiðing nýggi dómurin fer at fáa fyri hesa er óvist.
-Vit ynskja dóminum vælkomnum og fegnast um úrslitið, sum loyvir okkum at halda fram við arbeiðinum við Rosebank verkætlanini, meðan vit bíða eftir nýggjum loyvi sigur pressutalsmaðurin hjá Equinor, Ola Morten Aanestad. Hann vísir á, at Equinor fer at arbeiða tætt saman við eftirlitsmyndugleikunum og stovninum fyri orkutrygd og netto null útláti (DESNZ) fyri at koma víðari við Rosebank verkætlanini.
Rosebank útbygging hevur eisini verið á breddanum í Føroyum, tá umboð fyri Equinor vitjaðu føroyskar veitarafyritøkur fyri at vita, um tær kunnu vera við til at veita tænastur til útbyggingina. FOÍB og Sjóvinnufelagið tóku stig til innbjóðingina. Her verður kunnað um útbyggingina á Hilton. Mynd Jan Müller
Tað hevur leingi verið stór mótstøða frá umhvørvisfelagsskapum móti Rosebank, og eftir at táverandi konservativa stjórnin gav grønt ljós til útbyggingina, fóru umhvørvisfelagsskapir í rættin. Og tað úrslitið fyriliggur so nú. Annars hevur Equinor sagt greitt, at Rosebank hevur týdning fyri búskaparliga vøksturin í Bretlandi, og at eitt bann móti útbyggingini hevði havt við sær, at túsundatals fólk høvdu mist arbeiðið. Roknað verður við at Rosebank fer at geva arbeiði til umleið 2000 fólk.
Saksøkjararnir søgdu í rættinum, at Rosebank fór at standa fyri 200 mió. tonsum í útláti, tað sama sum 27 av heimsins fátækastu londunum standa fyri árliga. Umboð fyri Greenpeace sigur, at dómurin fer at fáa avleiðingar eisini fyri líknandi verkætlanir í Norra. Hann vísir eisini á, at partnarin hjá Equinor í Rosebank, Ithaca Energy er dótturfelag hjá tí ísraelska orkufelagnum Delek, sum er á listanum hjá ST yvir feløg, sum arbeiða í økjum á Vestara Áarbakka.
Keldur: Energy Voice, BBC og E24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald