Uttanlands

Oljuvinnan ávarar bretsku stjórnina

-um ikki at áleggja vinnuni uppaftur  hægri eykaskattir, tí tað kann seta fót fyri neyðugum íløgum, sum stjórnin vil hava vinnuna at gera í nýtt virksemi í Norðsjónum 

2022-11-16 08:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er størsti framleiðarin av olju og gassi á bretska landgrunninum, Harbour Energy, sum nú ávarar nýggju bretsku stjórnina um ikki at leggja enn ein eykaskatt á vinnuna omaná tann, sum stjórnin longu hevur álagt oljufeløgunum at rinda. Felagið vísir á, at hetta kann fáa avleiðingar fyri framtíðar íløguvirksemið, sum stjórnin annars hevur lagt so stóran dent á fáa oljufeløgini at gera til tess at gera Bretland óheft at innfluttari olju og gassi í 2040. 

Felagið heitir á stjórnina um at umhugsa avleiðingarnar av einum munandi hægri skatti, nú fíggjarlógin skal skrúvast saman og leggjast fram 17. november. 

Higartil hevur skatturin á olju- og gassfeløg verið 40%. Eftir vaksandi orkuprísirnar og ovurstóra vinninginum hjá orkufeløgunum gjørdi stjórnin herfyri av at áleggja olju- og gassfeløgunum ein eyka skatt – Windfall tax – uppá 25%. Um somu tíð varð avgjørt at gera undantak fyri íløgum í nýtt olju- og gassvirksemi uppá 90%.

[object Object]

Sunak á fundi við oljufeløgini

Nú bretska stjórnin skal leggja fram uppskot til nýggja fíggjarlóg undir nýggjum fólkum í leiðsluni, so verður nógv gitt um, hvat stjórnin fer at leggja aftrat verandi oljuskatti. Tað ljóðar, at stjórnin við Sunak forsætisráðharri fer at hækka skattin við 3 ella 5% soleiðis at hann nærkast 70%. Eisiini verður gitt, at undantakið við at sleppa nýggjum íløgum undan 90% av skattinum, verður avtikið.

Hetta er nakað, sum orkufeløg, ið hava í umbúnað stórar nýggjar íløgur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum, bera ótta fyri. Tey siga, at verður henda undantøkan tikin aftur, so megna tey ikki at gera íløgur í framtíðar virksemi. Enn ein óvissa er, um stjórnin fer at víðka tíðarskeiðið fyri eyka skattinum frá 2025 til 2028. Tað kann eisini koma at raka íløguhugin hjá oljufeløgunum hart.

Stjórin í Ithaca Energy, sum er felagið, ið ætlar at menna og útbyggja Cambo kelduna við føroyska markið, sigur við Energy Voice, at um bretska stjórnin ger álvara av at taka burtur úr undantakið í oljuskattinum, sum snýr seg um framtíðar oljuíløgur, tá verður tað ikki lønandi at útbyggja eitt nú keldurnar við føroyska markið, Cambo og Rosebank, sum felagið er partur av.

Áhugavert verður at fylgja avgerðini hjá bretsku myndugleikunum við Jeremy Hunt, fíggjarmálaráðharra á odda, hvørji krøv teir fara at seta oljufeløgunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder