Uttanlands

Oljuvinnan stóra undirtøku í Norra

Ein stórur meiriluti av norðmonnum gongur inn fyri framhaldandi framleiðslu á norska landgrunninum

Norðmenn kjakast dúgliga um orku og klima. Í dag heldur felagið hjá norsku oljuvinnuni ársfund í Oslo. Til ber at stroyma tiltakið á https://norskoljeoggass.trippelm.tv/index.html

Norðmenn kjakast dúgliga um orku og klima. Í dag heldur felagið hjá norsku oljuvinnuni ársfund í Oslo. Til ber at stroyma tiltakið á https://norskoljeoggass.trippelm.tv/index.html

2020-03-05 09:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Sjey av tíggju norðmonnum geva sín fulla stuðul til, at virksemið á norska landgrunninum heldur fram. Tað vísir ein kanning, sum “Kantar” stovnurin hevur gjørt fyri norska felagið hjá olju- og gassvinnuni, Norsk Olje og gass.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá “Norsk Olje og gass” í morgun, um sama mundið sum felagsskapurin hjá norsku oljuvinnuni heldur sín árliga fund í Oslo.

“Tað er hugaligt at síggja, at so stórur meiriluti av norðmonnum tekur undir við vinnuni. Tað vísir, at man sær hvønn týdning vinnan hevur havt og framvegis hevur fyri okkara land, og hvussu týdningarmikil ídnaðurin er framyvir eisini til tess at skapa nýggjar vinnur”, sigur sitandi fyritaksstjórin í Norsk Olje og gass, Knut Thorvaldsen. Í kanningini verða fólk spurd, um tey halda tað hevur týdning at varðveita norsku olju- og gassvinnuna. Svarini vísa, at stuðulin til olju- og gassvinnuna eru støðugur og høgur. 69% svara, at tað er týdningarmikið at varðveita olju- og gassídnaðin, 17% svara, at tað ikki hevur týdning, meðan 14% svara, at tey vita ikki.

Norska felagið heldur í dag sína árligu ráðstevnu í Colosseum biografinum í Oslo. Heitið á ráðstevnuni er “Energisk” og vísir til megina og viljan til framhaldandi at menna seg í einum heimi í broyting.

“Olju- og gassídnaðurin í Norra byrjaði nýggja tíggjuárið við ambitiøsum klimamálum. Vit skulu fremja eina veruliga ætlan við klimavinarligum loysnum so sum offshore havvindi, hydrogeni og CO2 fangan og goymslu. Um somu tíð skulu vit framhaldandi vera ein álítandi veitari av olju og gassi til ein heim, sum tørvar meira orku,” sigur Thorvaldsen.

Á ráðstevnuni í dag verða fleiri hundrað fólk frá vinnuni og myndugleikum, teirra millum Erna Solberg, forsætisráðharri, Tina Brum, ráðharri í orku- og umhvørvismálum, fyrrverandi orkuráðgevin hjá Barack Obama fyrrverandi forseta, Jason Bordoff, og samtaksstórin í Equinor, Eldar Sætre. Eisini verður kjak millum ungdómspolitikarar um orku og klima í einum evropeiskum høpi. Eisini stjórin í føroyska FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólki), Jan Müller, systurfelagnum hjá Norsk Olje og gass, fylgir ráðstevnuni, sum verður stroymd frá kl. 8.30 til 15 føroyska tíð. Sí eisini komandi greinar á oljan.fo frá ráðstevnuni.

Norska oljuvinnan er størsta vinnan í Norra við 220.000 starvsfólkum.

Fylgið við ráðstevnuni á hesi leinkju:

https://norskoljeoggass.trippelm.tv/index.html

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder