Tað merkir, at har sum tað er møguligt at taka ímóti landstreymi, nýtast skipini ikki at hava ein diesel generator koyrandi, meðan skipið er við kai sigur Skansi í tíðindaskrivi.
Í Norra er møguligt at taka ímóti landstreymi í fleiri havnum, eitt nú Bergen, Stavanger og Florø, har Skansi hevur nógv virksemi. Elprísir eru lutfalsliga lágir, og elframleiðslan í Norra er grøn.
Hetta ger veruliga ger mun á umhvørvið.
Globalu útlátini minka, samstundis sum lokal luftdálking frá skipum, sum liggja við kai, verður burtur.
Eisini verður larmur frá skipi burtur til gagns fyri manningina, og tey, sum búgva í nærumhvørvinum.
Skansi Offshore eigur og rekur 5 nýmótans frálandaskip.
Hjá Skansi Offshore samtakinum starvast í dag 130 starvsfólk, harav 120 sjófólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald