Uttanlands

Opec minkar um oljuframleiðsluna

Tað hevur longu ávirkað oljuprísin, sum er hækkaður við 10% hesa vikuna

2022-10-06 11:48 Author image
Jan Müller
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðani korona tók dik á seg í 2020 hava Opec+ londini havt fund í somu hølum. Á fundinum mikudagin varð avgjørt at lækka oljuframleiðsluna við tveimum mió. tunnum um dagin frá november.

[object Object]

Oljuprísurin var longu hækkaður undan avgerðini, men roknað verður við, at hann fer at hækka enn meira komandi dagarnar eftir avgerðina hjá Opec. Prísurin varð í morgun umleið 94 dollarar fyri tunnuna og er hetta ein vøkstur uppá nærum 10% síðani mánadagin, tá hann varð miðskeiðis í 80-unum. 

Hóast stóru lækkingina í framleiðsluni, so fer hon neyvan at hava nógv størri ávirkan á oljuprísin. Hetta tí at fleiri av limalondunum í Opec longu framleiða meira enn teirra kvotur, soleiðis at framleiðslan fer at vera í samsvar við lækkingina. Hetta merkir, at veruliga lækkingin verður avmarkað til 1 mió. tunnur um dagin skrivar World Oil. 

Amerikanski stórbankin Goldman Sachs væntar, at oljuprísurin fer at hækka enn meira móti ársenda vegna Opec avgerðina. Væntandi fer eftirspurningurin eisini at vaksa orsakað av minkandi gassveitingum til Evropa. 

Tað er greitt, at avgerðin hjá Opec+ við Saudi Arabia og Russlandi á odda, kemur sera illa við hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, sum í longri tíð hevur heitt á Saudi Arabia um at økja um framleiðsluna, soleiðis, at bensinprísirnir í USA kunnu lækka aftur, undan týðandi miðvalunum í november, skrivar Bloomberg.

Avgerðin fellur ikki í góða jørð í USA. Biden fyrisitingin sigur í eini viðmerking, at avgerðin hjá Opec fer at skunda enn meira undir royndirnar hjá USA at gerast minni hevt at innflutningi av fossilum brennievnum. 

Spenningur er nú um, hvussu viðurskiftini verða millum USA og Saudi Arabia, eftir avgerðina at lækka framleiðsluna. 




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder