2020-12-01 00:16
Stórur spenningur hevur verið um fundin millum oljuráðharrarnar í Opec+ londunum, sum varð settur mánadag.
Eftir samráðingar í nakrar tímar, har ymisku sjónarmiðini hjá trimum av stóru framleiðarunum, Russlandi, Saudi Arabia og UAE, komu til sjóndar, varð avgjørt at brúka meira tíð handan leiktjøldini til at umrøða ymsar ivaspurningar meira nágreiniliga.
Tað ljóðar, at slík útseting av fundi á hægsta stigi, kemur heldur óvæntað. Eftir øllum at døma er tað fyrst og fremst Saudi Arabia, sum ynskir at halda fram við verandi avmarkingum í framleiðsluni í tríggjar mánaðir í komandi ári.
Ónavngivnar keldur, sum hava tosað við russisku tíðindastovuna TASS, siga, at Russland heldur ynskir stigvíst at økja um framleiðsluna frá januar mánað. UAE, sum er triðstørsti framleiðarin í Opec, sigst vilja góðtaka at halda fram við verandi avmarkingum eftir januar men við teirri treyt, at øll hini limalondini í Opec fylgja somu kós.
Hetta var eisini tað, sum orkuráðharrin í UEA segði fyri nøkrum vikum síðani, skrivar Oilprice seint mánakvøld. Annars hava umboð fyri størsta almenna oljufelagið í UAE, Adnoc, sett spurnartekin við limaskapin í Opec í hesum torføru tíðum. Síðani hevur oljumálaráðið í UAE víst aftur, at landið ivast í tess limaskapi í Opec. Tað ætlar sær at halda fram við limaskapinum.
Flestu greinarar rokna við, at Opec+, tá avtornar, fer at samtykkja eina longjan av avmarkingunum í framleiðsluni í tríggjar mánaðir eftir nýggjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald