Fyrr í dag samdust tey 23 londini í Opec+ felagsskapinum at gera eina minni broyting í framleiðsluni. Tey økja hana við 100.000 tunnum um dagin. Hetta er sambært Bloomberg lægsta hækking nakrantíð í søguni hjá Opec.
Hetta er tó ikki nær námind tí, sum eitt nú amerikanski forsetin Joe Biden hevur ynskt. Tó stendur greitt, at Opec við hesi øking frá september nærkast somu framleiðslu sum undan korona. Ì juli og august er framleiðsluøkingin uppá 600.000 tunnur um dagin.
Hinvegin eru fleiri av londunum ikki før fyri at økja um sína framleiðslu. Tí mugu lond sum Saudi Arabia bera stóran part av vøkstrinum. Russland, sum er partur av Opec+ hevur ongan áhuga í at økja framleiðsluna, um tað hevur við sær lækkandi oljuprís.
Roknað verður ikki við at henda avmarkaða økingin fer at hava ávirkan á oljuprísin, sum eftir at tíðindini bórust í dag hækkaði eitt vet til nærum 101 dollarar fyri tunnuna fyri so stutt eftir at lækka aftur til 96,71 dollarar, tað lægsta síðani kríggiðí Ukraina byrjaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald