Undir leiðslu av Saudi Arabia og Russlandi samdust londini í Opec+ felagsskapinum í gjár at skerja oljuframleiðsluna við 471.000 tunnum um dagin. Hetta er ein lækking, sum longu hevur staðið við leingi og sum tað nú verður hildið fram við til tess at forða fyri, at oljuprísurin bráddliga fer at lækka munandi.
Avgerðin stendur við til næsta ársfjórðing. Kortini hevur Saudi Arabia, sum er tann størsti framleiðarin av Opec londunum gjørt av sjálvboðið at avmarka framleiðsluna fram til endan av juni.
Russland, sum stendur á odda í víðkanini av Opec til Opec+, fer at haraftrat at skerja sína oljuframleiðslu og útflutning við 471.000 tunnum um dagin í øðrum ársfjórðingi. Oljuprísurin er í løtuni góðar 83 dollarar fyri tunnuna og hevur verið á hesum støði nú í eina tíð.
Kelda Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald