Innanlands

Orkuportalur avloysir oljan.fo

Oljan.fo hevur broytt navn til orkan.fo.

2021-11-01 10:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Navnabroyting. “Oljuportalurin, oljan.fo, hevur nú mong ár umrøtt orku í breiðari merking - við eisini at skriva um annað enn olju og gass. Vit hava t.d. gjørt nógv við at umrøða offshore vindmylnulundir og aðrar alternativar orkukeldur sum t.d. sólorku, sjóvarfalsorku og vetni/hydrogen. Eisini spurningin um fangan, flutning og goymslu av CO2. Vit hava eisini roynt at fylgja almenna orkuorðaskiftinum. Nýggja navnið og búmerkið er ein staðfesting av tí breiðara siktinum við hesum orkuportalinum, soleiðis at vit eftir førimuni umrøða alla orku og orkumál sum heild.

Orka er og verður ein lyklaspurningur í heiminum. Sum er fylla olja, gass og kol nógv í heimsorkuveitingini, men ein broyting sæst nógva staðni, kanska serliga í Evropa, har vindur og aðrar alternativar orkukeldur verða nógv útbygdar í hesum døgum.

Ymsar orkukeldur útiloka tó ikki hvørja aðra. Vit vita, at kolvetni - her kanska serliga gass – fara framhaldandi at verða ein stórur partur av hita- og el-veiting í einum stórum parti av heiminum. Hetta trygga grundarlagið undir orkuveiting kann tryggja orkustabilitet uppá stutt sikt, og so minka líðandi, sohvørt sum grøna orkuskiftið tekur dik á seg. Evropa er eitt nú sera tengt at gassi. Hetta merkir, at orkupolitikkur eisini í ein ávísan mun gerst stórpolitikkur. Til dømis klárar Evropa seg ikki uttan russiskt gass í løtuni, og tað hevur avleiðingar við sær, sum man má fyrihalda seg til politiskt og handilsliga.

Orka er so mikið grundleggjandi fyri okkara samfelag og fyri heimssamfelagið, at nóg mikið av orku má veitast so ella so. Ikki at veita orku til tey, ið tørva orku, er ikki ein møguleiki.

Røddir eru frammi um, at man skal kvetta við allar íløgur í fossila orku í stundini. Hetta vildi verið at sagað greinina av, ið man sitir á, áðrenn man hevur fingið riggað seg til nakað nýtt at sita á.

Veturin fyri framman fer at vísa okkum, at hóast mong munagóð framstig hava verið gjørd og framhaldandi verða gjørd í grøna orkuskiftinum, so er sera langt á mál, og mong vildu sitið køld í myrkuri, um ikki kolvetni veitti neyðugu orkuna afturat tí orku, sum nú verður framleidd á burðardyggum grundarlag. Tað er ein spuringur um javnvág/balansu í dag, og tað verður tað nógv ár frameftir.

Tað eru teir báðir frægu føroysku teknararnir Óli Petersen og Hannis Egholm, sum  hava gjørt búmerkið til nýggja orkuportalin á Portal.fo – orkan.fo - og sum vísir ein dropa og eina myllu. 

Vælkomin á orkan.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder