Innanlands

Orkuráðgevar setast til at rudda slóð fyri grøna orkuskiftinum

Ráðgevarauppgávurnar eru mangar og fjølbroyttar og fevna um at leiðbeina einstaklingar og virki, gera skrivliga kunning í ymsum miðlum og samstarv í stórum verkætlanum bæði í Føroyum og uttanlands. Talan er um nýtt, avbjóðandi og sjálvstøðugt starv stendur á lesa í lýsing frá Umhvørvisstovuni

2023-10-27 10:26 Author image
Jan Müller
placeholder

Til tess at stuðla uppundir grøna orkuskiftið í Føroyum er avgjørt at søkja eftir tveimum fólkum at arbeiða sum orkuráðgevar undir Umhvørvisstovuni. Annar orkuráðgevin skal setast longu í hesum árinum og hin í komandi ári.

Orkuráðgevarnir skulu m.a. arbeiða við elektrifisering og effektivari orkunýtslu. Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni sigur við Útvarpið, at setan av orkuráðgevunum er ein liður í at uppraðfesta og styrkja arbeiðið hjá stovninum við grønum orkuloysnum. Ætlanin er at leggja dent á at fáa ráðgeving til eltøkniliga partin av tí, sum hevur við grøna orkuskiftið at gera, har man flytur burtur  frá at brúka olju til elorku í øllum hugsandi virksemi í samfelagnum.  

Starvið fevnir um at:

  • Veita ráðgeving um elektrifisering, effektiva orkunýtslu og smartgrid loysnir.
  • Veita ráðgeving um orkuskifti í stórum eindum í ídnaðinum.
  • Samstarva við viðkomandi stovnar og myndugleikar bæði í Føroyum og uttanlands.
  • Taka lut í øðrum viðkomandi arbeiðsuppgávum á stovninum.
  • Taka lut í tvørfakligum samstarvi.
  • Vera við til at skipa og menna vitanina um orkumál á deildini.

Um deildina Orku

Starvið sum orkuráðgevi er skipað á deildini Orku á Umhvørvisstovuni  við tilvísing til deildarleiðaran, Kára Mortensen. Virksemið á deildini Orku er grundað á almenna orku- og elveitingarpolitikkin, og dentur verður lagdur á at menna varandi orkuskipanir.

[object Object]Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørivsstovuni her ávegis til grøna orkuráðstevnu í Hetlandi. Mynd Jan Müller

Í gerandisdegnum verður arbeitt við orkuspurningum úr øllum sjónarhornum, serstakliga við elektrifisering, har olja enn verður brúkt og á nýggjum virkisøkjum.

Arbeiðið á Orku er fjøltáttað og starvsøkið er í støðugari menning. Á deildini verður arbeitt við bæði yvirskipaðum evnum og praktiskum málum.

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikkul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder