2022-06-25 11:21
Síðani Vesturheimurin setti í verk sanktiónir móti Russlandi, og fleiri lond settu bann fyri at keypa olju úr Russlandi, orsakað av krígnum í Ukraina, hava lond sum Kina og India økt um innflutningin av russiskari olju og gassi.
Um somu tíð forvinnur Russland størri upphæddir uppá orkuútflutningin enn nakrantíð áður. Hetta tí at orkuprísirnir eru methøgir. Tað skrivar New York Times.
Blaðið endurgevur russiskar leiðarar, sum siga, at evropeisku sanktiónirnar móti Russlandi eru einki minni enn ein boomerangur, sum nú rakar Vesturheimin meira meint enn Russland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald