
Fyrst var tað norska Equinor, sum merkti sviðan av stjórnarskiftinum í USA, tá Trump setti føtur í spenni móti grønum orkuloysnum. Nú er tað danska Ørsted, sum merkir avleiðingarnar av nýggja orkupolitikkinum hjá forsetanum. Ørsted, sum var við til at byggja eina stóra havvindorkulund í USA kom brádliga í tungan sjógv, eftir at íleggjarar vendu verkætlanini bakið av ótta fyri, hvat Trump kann finna uppá á orkuøkinum.
Íleggjarar kalla avgerðir hjá Trump fyri eina herferð móti grønari orku og her ikki minst vindmyllum. Trump hevur rætt og slætt gjørt váðan ov stórar hjá amerikonskum íleggjarum at seta pengar í grøna orkuloysnir.
Nú resta 60 mia. kr. í at kunna fremja verkætlanina, sum Ørsted so skal finna. Hon skal veita streym til 650.000 heim í New York. Av tí at danski staturin eigur helvtina av fyritøkuni ætlar stjórnin nú at rinda 30 mia. til Ørsted til tess at kunna halda fram við verkætlanini. Ørsted partabrævið er farið í botn orsakað av tíðindunum og er minkað við 25%. Ørsted skal nú finna restina av pengunun á privata íløgumarknaðinum.
Tað eru tey í Danmark, sum halda tað vera skeivt, at danski skattagjaldarin skal rinda so nógvan pening til eina einstaka fyritøku, hóast danski staturin eigur stóran part av henni. Hinvegin verður víst á týdningin, sum fyritøkur sum Ørsted hava fyri bæði orkuveiting og fyri orkutrygdina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald