Uttanlands

Ótti fyri minkandi vøkstri í heimsbúskapi ávirkar oljuprís

Eftir eina tíð við støðugt hækkandi oljuprísum, lækkaði prísurin í morgun til 112,83 dollarar. Í farnu viku var hann uppi á 122 dollarum.

2022-06-20 19:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Orsøkin til lækkingina er sambært Reuters ótti fyri minkandi vøksturi í heimsbúskapinum og manglandi eftirspurningi eftir orku. Sambært marknaðargreinaranum hjá Reuters, Tina Teng, so er orsøkin til lægri oljuprísir, óttan fyri recessión, eftir at Fed í USA hækkaði rentuna við 75 prosentstigum, har tað so eisini sæst, at Bank of England og tjóðbankin í Sveits hava fylgt gongdini í USA.  

Energy Watch skrivar, at eftir sanktiónirnar móti Russlandi er tørvurin á olju lutvíst nøktaður av USA, sum hevur latið upp fyri sínum oljugoymslum og síðani haraftrat ein økt framleiðsla í Opec og tess sameindu. Eisini er latið upp fyri goymslunum í Venzuela fyri fyrstu ferð í 2 ár. 

Um amerikonsku stigini halda fram, fara tær amerikonsku goymslurnar at vera tær lægstu í 40 ár. 

Amerikanska framleiðslan av olju og gassi er samtíðis vaksandi, nú meira verður borað. Annars var eitt óhapp í oljuhavn í USA nú um dagarnar, sum hevur rakt veitingarnar til Evropa. 

Kinverski innflutningurin av russiskari olju er eisini vaksin við 55% samanborið við árið frammanundan til eitt metstøði í mai, og hevur harvið tikið yvir eftir Saudi Arabia sum høvuðsveitari. 

Oljuútflutningurin úr Kina heldur fram við at minka, og er tí eisini við til at ávirka veitingarnar globalt. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder