”Oljan er ikki slept enn, og vit mugu varðveita ta vitan vit hava fingið higartil. Jarðfeingi er týðandi stovnur í samfelagnum, og hann hevur nógv annað at takast við eisini enn kolvetnini í undirgrundini,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í oljumálum við Útvarpið.
Eftir ein steðg í leitingini síðani 2014 fór Jarðfeingi í 2016 undir at fyrireika eina nýggja útbjóðing til leiting á føroyska landgrunninum. Hon lat upp í 2017 og aftur fyri skjótt hálvum ári síðani. Jarðfeingi fekk eina umsókn. Einki loyvi varð tó latið, tá avtornaði. Síðani hevur verið arbeitt við at evaluera úrslitið og út frá tí at leggja lunnar undir nýggjari leiting. Hetta arbeiði heldur nú fram, til ein nýggjur leistur verður funnin skilst.
Poul Michelsen sigur við Útvarpið, at tað ikki er greitt enn, um játtanin til Jarðfeingi á komandi fíggjarlóg verður minni enn í inniverandi ári. Landsstýrismaðurin sigur, at stovnurin sjálvandi verður noyddur at laga seg eftir umstøðunum, og tað hevur hann eisini skilt, at stovnurin longu hevur gjørt.
4. leitiumfar lat aftur 17. februar. Einki loyvi varð latið eftir tað. Sambært Útvarpinum metir Jarðfeingi høvuðsorsøkina til, at so lítil áhugi er, at oljuvinnan ikki er komin í gongd við leitingarvirksemið aftur, eftir kreppuna, sum tók seg upp í vinnuni eftir stóra prísfallið á olju í 2014.
Jarðfeingi arbeiðir nú við eini sonevndari ”Open Door” skipan tvs., at oljufeløgini kunnu søkja um at leita, tá tey hava hug til tess og brúk fyri tí.
Tað er enn ikki greitt, nær henda skipanin fer av bakkastokki, men Oljuportalurin skilur, at myndugleikarnir nú hyggja at, hvat møguliga skal broytast í sjálvum loyvisgrundarlagnum fyri nýggjari leiting, til tess at gera tað hugaligari og meira áhugavert hjá oljufeløgini at bjóða seg fram at leita á føroyska landgrunninum í framtíðini. Tá tað er fingið uppá pláss, kunnu vit rokna við, at farið verður at marknaðarføra "open door" skipanina yvirfyri altjóða oljufeløgum. Tað verður møguliga einaferð í heyst ella vetur.
Um sama mundið síggja vit, at oljufeløgini, sum arbeiða á Atlantsmótinum, nærkast Føroyum. Í løtuni borar pallurin West Hercules ein brunn einans 3-4 kilometrar frá føroyska markinum. Tað er oljufelagið Siccar Point, sum ger seinastu fyrireikingarnar til at fara undir eina útbygging av Cambo oljuleiðini, sum liggur tætt upp at markinum.
Ragnheðin Ryggsstein, skipari á Esvagt Contender, sum er veitingarskip hjá palli, sum borar við markið. Hann valdi at koma til Føroya at skifta manning heldur enn at fara í útlendska havn.
Borað verður einans fáar kilometrar frá markinum. So oljan er í grannalagnum. Landsstýrismaðurin er tí við gott mót og sigur við Útvarpið, at oljan er ikki slept, hóast læka úrslitið av 4. útbjóðing.
Esvagt Contender her á Havnini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald