Innanlands

Pumpuskipanin í Vestmanna í vanda

Milliarda ætlanin hjá SEV um eina pumpuskipan í Vestmanna er nú í vanda. Fær SEV ikki samstundis tilsøgn um eina vindmyllulund á staðnum, kann ætlanin fara fyri bakka skrivar KVF á síni heimasíðu

Kári Johansen, nevndarformaður í SEV: -Vit vilja øll vera grøn og serliga SEV. Mynd KVF.

Kári Johansen, nevndarformaður í SEV: -Vit vilja øll vera grøn og serliga SEV. Mynd KVF.

2023-07-04 12:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Nevndarformaðurin í SEV, Kári Johansen segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at hann hevur kunnað eigararnar av SEV,  kommunurnar,  um støðuna í sambandi við pumpuskipanina, sum er eitt høvuðsgrundarlagið undir ætlanini at røkka grønu málunum innan 2030. 

[object Object]
Frá heimasíðuni hjá Kringvarpinum. 


Verkætlanin dýrkar og hetta hevur SEV  boðað kommununum frá. Kostnaðurin verður 1,5 mia. kr. Tað gevur stórar avbjóðingar, og fyri at fáa búskapin rundan um stóru verkætlanina í lagi, so tørvar SEV 160 MW av vindi, tá skipanin stendur klár sigur nevndarformaðurin. 

[object Object]

Verkætlanin er klár til at bjóða út í heyst segði Kári Johansen men vísti samtíðis á, at SEV má  fáa eina tilsøgn frá landinum og Orka um, at vindparturin av verkætlanini eisini er klárur.

-Vit vilja øll tað grøna og serliga SEV. Visiónin sigur eisini 2030 Vit heita tí á landsstyrið at geva okkum eina vissu og váttan fyri,  at vindurin vit skulu brúka verður tøkur, tá skipanin verður tikin í nýtslu. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder