Uttanlands

Ráðstevna í Oslo varpar ljós á orkutrygd og veðurlagsmál

Í dag skipar norska fakfelagið hjá orkuvinnuni  "Offshore Norge" fyri stórari ráðstevnu í Oslo undir heitinum “Meldinger”.

Meira enn 500 luttakarar eru á orkuráðstevnu í Oslo í dag, teirra millum stjórin í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki.

Meira enn 500 luttakarar eru á orkuráðstevnu í Oslo í dag, teirra millum stjórin í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki.

2024-03-07 12:12 Author image
Jan Müller
placeholder
Talan er um vanliga ársfundin hjá felagnum, sum umboðar risastóru olju- og gassvinnuna í Norra umframt varandi orkuvinnuna.  Meira enn 500 fólk eru boðin við til ráðstevnuna harímillum leiðandi politikarar og vinnulívsfólk. Millum hesi er orkuráðharrin í ES, Kadri Simson, sum fer at tosa um, hvussu man kann varðveita orkutrygdina í Evropa samtíðis sum man livir upp til veðurlagsmálini. Eisini norski orkuráðharrin Terje Aasland og norski veðurlag- og umhvørvisráðharrin Andreas Bjelland Eriksen luttaka. Síðani leiðararnir í flestu av politisku flokkunum í Stórtinginum teirra millum Erna Solberg úr Høgraflokkinum og Sylvi Listhaug úr Framburðsflokkinum. Eisini eru fleiri av ovastu stjórunum í olju- og gassvinnuni og orkuvinnuni annars við, eitt nú Anders Opedal frá Equinor. Síðani eru eisini umboð fyri IEA, altjóða orkustovnin eins og umboð fyri umhvørvisfelagsskapir. Havvindur er eisini eitt evnið, sum fer at fylla nógv á ráðstevnuni. 

[object Object]

Stjórin í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki, Jan Müller vitjar á skrivstovuni hjá Offshore Norge í Oslo og hittir nýggja stjóran  í Offshore Norge, Hildegunn Blindheim 

Evnið hesaferð er, hvussu vinnan meira greitt skal kunna um sítt virksemi mótvegis myndugleikunum, samfelagnum og ídnaðinum sjálvum. Heitið fyri ráðstevnuna er rætt og slætt “Meldinger”.

[object Object]

Offshore Norege, sum stendur fyri tiltakinum, sigur, at ein ófriðarligur heimur hevur myndað orðaskiftið um orku seinastu tvey árini. Um somu tíð arbeiðir norska offshorevinnan miðvíst fyri at vera mest týðandi veitarin av orku til Evropa og samtíðis at ‘røkka veðurlagsmálunum. Til tess at røkka hesum málum er neyðugt at menna norska modellið, sum byggir á samstarv og samspæl. Í hesum sambandi hevur  felagið valt at varpa ljós á, hvussu vinnan betri kann greiða frá sínum boðskapi og málum. 

Stjórin í FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki, Jan Müller er eisini boðin við til ráðstevnuna.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder