Hetta eru spurningar, sum Orkuráðstevnan “Ósvart” fer at varpa ljós á í komandi viku. Hósdagin og fríggjadagin verður høvi hjá øllum at fáa sær nyttuga vitan til síni egnu orkuval, og samstundis at hoyra nýggj boð uppá, hvussu vit skipa samfelagið so grønt, so ósvart sum gjørligt sigur Tórshavnar kommuna frá.
Tórshavnar kommuna skipar fyri hesi ráðstevnu um orkuskifti og grøna upphiting í framtíðini 3. og 4. november í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan vendir sær til øll, sum hava hús at hita. Endamálið er at bera fólki so nógva og holla vitan sum gjørligt um upphiting, so tey fáa valt bestu, minst dálkandi og ódýrastu loysnir til síni hús.
Avgerðirnar, sum liggja fyri framman um hita og orku, eru tó ikki bert upp til einstøku húskini. Fjarhiti, vindorka, heitar keldur eru alt evni, sum krevja samfelagsligt kjak og planlegging. Tí verður ráðstevnan Ósvart eisini staðið, har størri ætlanir verða settar á dagsskrá. Tórshavnar kommuna er í ferð við at gera eitt hita-atlas, har til ber at síggja, hvat slag av upphiting egnar seg til ymsu støðini og býlingarnar í Tórshavnar kommunu. Fyrsta stigið av hesum atlassinum verður lagt fram á Ósvart hósdagin 3. november.
Ætlanin er at fólk, sum vitja ráðstevnuna, skulu hava møguleika at hitta veitarar, ráðgevar og serfrøðingar, og yvirhøvur at fáa ítøkiliga vitan við sær frá ráðstevnuni.
Við á Ósvart verða føroyskir og danskir serfrøðingar. Millum fyrilestrarhaldararnar verða Steffen Nielsen, lektari í orkuverkfrøði, sum hevur verið við til at gera hitaætlan fyri Danmark, Bogi Bech Jensen, professari og stjóri hjá donsku orkufyritøkuni Ørsted, Terji Nielsen, menningarstjóri og Helma Maria Tróndheim, Ph.d. í elverkfrøði, sum menna og granska í orkuskiftinum hjá SEV, Jesper Koch, sum er greiningarstjóri hjá Dansk Fjernvarme, Vilhjálmur Nielsen, granskari hjá DTU, og mong onnur.
Umframt fyrilestrar hava fyritøkur og stovnar básar, ein ráðgevingarstova verður, har fólk kunnu bíleggja eitt prát um loysnir til sín egna bústað, og eisini verður eitt “orkushow” fyri innbodnum skúlaflokkum. Ein av sýningunum er tó ein almenn familjusýning – sí skránna.
Hóast ráðstevnan snýr seg um nútíðina og næstu framtíðina og hvørjar møguleikar føroyingar hava fyri at gera sær dælt av grøna orkuskiftinum, so verða eisini fyrilestrar, sum hyggja longur fram í framtíðina. Eitt nú fer menningarleiðarin hjá SEV, Terji Nielsen at umrøða føroyska orkuframleiðslu eftir 2030 eins o Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni setir spurningin: skulu vit framleiða vetni (hydrogen) í Føroyum. Eisini fer Bogi Bech Jensen, stjóri í Ørsted at tosa um framleiðslu av grønum brennievni.
Hósdagur 3. november
09:00 Vælkomin - Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
09:15 Ósvart - Grønast í 2030, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, Tórshavnar kommuna
09:30 Hitaatlas fyri Tórshavnar kommunu - Pætur Jakobsen, stjóri, SMJ
09:50 Royndir frá Varmeplan Danmark 2021 - hvørjar loysnir kunnu nýtast í Føroyum? Steffen Nielsen, PhD og lektari í orkuplanlegging, Aalborg universitet
10:20 Kaffisteðgur
10:50 Hvussu verður føroysk elorka grøn í 2030 - Helma Maria Tróndheim, PhD, SEV
11:10 Býarplanlegging - orkusparandi býarplanur - Birita Wardum, býarverkfrøðingur, Tórshavnar kommuna
11:35 Døgurðasteðgur
13:00 Grønur og veitingartryggur fjarhiti til býarbústaðir - Jesper Koch, greiningarstjóri, Dansk Fjernvarme
13:30 Fjarhitin og framtíðin - Hans Christian Dam, stjóri, Fjarhitafelagið
13:50 Orðaskifti um orkuætlanir
14:35 Steðgur
18:00 Orkushow fyri familjur
19:00 Vælkomin til Ósvart kvøld - Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, Tórshavnar kommuna
19:10 Hitaatlas fyri Tórshavnar kommunu, býling fyri býling - Súsanna Poulsen, SMJ
19:35 Tað, ein eigur at vita um hitapumpur, dygdir og avmarkingar - Petur Egholm, maskinmeistari og køliserfrøðingur
20:00 Hvussu sparir tú orku í tínum húsum? - Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri, Tórshavnar kommuna
20:30 Liðugt
Fríggjadagur 4. november
9:00 Framleiðsla av grønum brennievni - Bogi Bech Jensen, stjóri fyri talgilding og tøkni hjá donsku fyritøkuni Ørsted
9:20 Føroysk orkuframleiðsla eftir 2030 - Terji Nielsen, menningarleiðari, SEV
9:40 Skulu vit framleiða hydrogen í Føroyum? - Kári Mortensen, deildarleiðari, Umhvørvisstovan
10:10 Samanumtøka, brennievni og orkuframleiðsla
10:30 Kaffisteðgur
10:45 Grundvatn sum orkukelda - heita vatnið í Kollafirði - Rannvá M. Arge, jarðfrøðingur, Tórshavnar kommuna og Óluva Ellingsgaard, jarðfrøðingur, Jarðfeingi
11:05 Sjóhiti - vælvald tøkni til felagsskap - Petur Egholm, maskinmeistari og køliserfrøðingur
11:25 Grannahiti - felags jarðhitaskipan í grannalagnum - Vilhjálmur Nielsen, PhD, granskari á Danmarks Tekniske Universitet
11:45 Samanumtøka, nærhitaloysnir
12:10 Døgurðasteðgur
13:55 Minni hús, nóg rúmsátt - Eyðun Eliasen, arkitektur
14:15 Samanumtøka, bygging og orkusparingar
14:35 Liðugt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald