Innanlands

Rakul Maria Ingunardóttir Johannesen vart ph.d. um CO₂-goymslu í føroyskum basalti

Ritgerðin hjá Rakul, sum vardi sína ph.d. týsdagin, ber heitið ”CO₂ storage potential of flood basalts. A multiscale, structural reservoir study of the Faroe Island Basalt Group"

(Mynd: Jarðfeingi/Granskingarráðið)

(Mynd: Jarðfeingi/Granskingarráðið)

2026-06-25 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin 23. juni vardi Rakul Maria Ingunardóttir Johannesen sína ph.d.-ritgerð um CO₂-goymslu í føroyskum basalti. Verjan var við universitetið i Oslo.

Ritgerðin ber heitið ”CO₂ storage potential of flood basalts. A multiscale, structural reservoir study of the Faroe Island Basalt Group." Hon er sett saman av trimum greinum og einum samandrátti, kappa.

Í Noregi er siðvenja at halda ein undanfyrilestur sama dag, sum verjan er. Fyrrapartin týsdagin helt Rakul tí ein fyrilestur við heitinum “From Pore Space to Province: A Global Perspective on the Scaling of Geologic Mineral Carbonation Systems”.

Sjálv verjan av ritgerðini var týsdag seinnapart og gekk sera væl, skrivar Granskingarráðið.

Rakul legðí fyri við at greiða frá um sítt arbeiði. Síðan vórðu tað metingarfólkini, sum viðmerktu og spurdu um ymsar tættir. Skoðsmálini vóru góð, ikki minst, so varð dentur lagdur á týdningin av, at arbeiðið heldur fram í nýggjari altjóða granskingar- og nýskapanarverkætlan.

Rakul hevur arbeitt við verkætlanini á Jarðfeingi og verið innskrivað við Institutt for geofag, Universitetet i Oslo.

Vegleiðarar vóru Olivier Galland, granskari á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo, Jana Ólavsdóttir, granskari á Jarðfeingi, Hans Jørgen Kjøll, granskari á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo, Sverre Planke, professari II á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo og VBER, og Óluva Eidesgaard, granskari á Jarðfeingi.

Í metingarnevndini vóru Richard Walker, serfrøðingur, Oregon Department of Geology and Mineral Industries, Nina Skaarup, seniorgranskari, Afdeling for Geofysik og Sedimentære Bassiner, Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland (GEUS), og Anja Sundal, lektari á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo. Henrik H. Svensen, professari á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo var formaður í nevndini og leiddi verjuna.

Altjóða verkætlan
Hendan ph.d.-verkætlanin, sum Jarðfeingi hevur staðið á odda fyri í samstarv við starvsfeløgum á Universitetinum í Oslo, hevur verið lopfjøl til eina altjóða verkætlan, kallað DecarbFaroe við 19 samstarvspørtum kring allan heim.

Endamálið er at kanna, um tað letur seg gera at brúka føroyska basaltið til trygga og varandi goymsla av CO₂. Eydnast verkætlanin, kann hon gerast vegvísari til, hvussu føroyska basaltið kann gerast ein umráðandi viðspælari til at gera smáar og bíligar CO₂-goymslur og á tann hátt ein týðandi liður í einari globalari loysn.

Millum føroysku luttakararnar eru umframt Jarðfeingi Bakkafrost/Førka, SEV og IRF. Tórshavnar kommuna og Umhvørvisstovan eru eisini umboðað í ráðgevingarbólkinum.

Verkætlanin er fíggjað gjøgnum evropiska partalagið CETP og verður samskipað á Géosciences Montpellier í Fraklandi. Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanina er góðar 40 mió. kr. Granskingarráðið hevur stuðlað partin hjá Jarðfeingi við 900.000 kr. umvegis Horizon Europe samstarvið. Vinnumálaráðið hevur eisini stuðlað verkætlanini.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder