Uttanlands

Risastóra Rosebank oljuútbyggingin nær Føroyum nærkast

Nógv bendir á, at grønt ljós verður givið til eina nýggja oljuútbygging nær føroyska markinum

2018-08-28 17:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Jan Müller á ONS, Stavanger

Enn ein oljuútbygging á bretska landgrunninum nær føroyska markið nærkast, nú leiðslan í fyristøðufelagnum Chevron skjótt skal taka endaliga avgerð um og helst geva grønt ljós til útbygging. Talan er um risastóru oljukelduna Rosebank, sum liggur 20-30 kilometrar frá føroyska markinum og sum goymir knappa mia. tunnur av olju.

Heimsins størsta oljublað, Upstream, brúkar alla forsíðuna á oljumessuni ONS í Stavanger til hesa fyri oljuheimin stóru søguna. Undir yvirskriftini ”Pair battle is out for Rosebank”, skrivar blaðið, at avgerð um útbygging liggur ikki langt vekk, nú tær báðar skipasmiðjurnar Daewoo og SembCorp Marine kappast um at fáa risastóra sáttmálan at byggja framleiðslu- og goymsluskip, FPSO, til Rosebank.

FPSO oljuskipið verður 290 metrar langt og 59 metrar breitt og skal kunna viðgera 100.000 tunnur av olju um dagin umframt 105 mió. kubikføtur av gassi. Tað skal kunna goyma 950.000 tunnur av olju. Oljan verður flutt við shuttletangabátum, meðan gassið verður flutt á marknaðin umvegis eina nýggja gassleiðing, sum verður 236 kilometrar long og 16 tummar tjúkk, ið aftur verður knýtt í ”Shetland Islands Regional Gas Export pipeline”.

Endalig avgerð um Rosebank útbyggingina verður tikin seinni í ár ella tíðliga í 2019. Útbyggingin fer so at liggja á tekniborðinum fram til 2021. Sjálv útbyggingin á feltinum byrjar í 2022 við legging av gassleiðing, boring av framleiðslubrunnum og uppseting av ”manifold”-útgerð á havbotninum. Til hetta skal m.a. brúkast ein boripallur. Fyrsta oljan frá Rosebank er mett til at koma upp úr undirgrundini í fjórða ársfjórðingini í 2024, tá framleiðsluskipið eisini er liðugt.

Rosebank varð funnin í 2004 og liggur á 1100 metra dýpi. Hon er mett at goyma knappa mia. tunnur, skrivar Upstream frá oljumessuni í Stavanger. Í sama blað verður eisini gjørt nógv burtur úr aðrari útbygging við markið, nevniliga Cambokelduni, sum liggur uppaftur nærri føroyskum sjóøki.

Nú oljuvirksemi alsamt nærkast føroyskum sjóøki er greitt, at eisini føroyskar veitingarfyritøkur hava møguleika fyri at vera við at veita vørur og tænastur til partar av útbyggingini. Rosebank liggur so mikið nær Føroyum, at her átti at verið møguleiki hjá føroyskum ídnaði eisini at verið kappingarførur við veitingar, sum annars koma frá m.a. Skotlandi.

Í farnu viku umrøddi olja.fo eina aðra møguliga útbygging við markið. Tað eru oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell, sum umhugsa at útbyggja stóru Cambo kelduna einans 4-5 kilometrar frá markinum. Og ikki er óhugsandi heldur, at Føroyar og føroyskar fyritøkur eisini kunnu koma uppá tal sum veitarar í hesum høpinum.

Upstream ger nógv burtur úr, at tvær skipasmiðjur nú kappast um sáttmála at byggja risastórt oljuskip til Rosebank leiðina nær Føroyum

Á kortinum síggja vit tær báðar oljuleiðirnar skamt frá føroyska markinum, sum altjóða oljufeløg í løtuni umhugsa at útbyggja, Rosebank og Cambo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder