Risastóra olju- og gasskeldan Rosebank, sum liggur beint eystan fyri føroyska markið, er nú av álvara komin á tekniborðið, hóast endalig avgerð um útbygging ikki verður tikin fyrr enn í 2021 ella 2022.
Herfyri fekk norska fyritøkan Aker Solutions uppgávuna at kanna, hvørja loysn Equinor skal velja, tá tað snýr seg um framleiðslu- og goymsluskip, FPSO ella aðra flótandi loysn. Her er m.a. talan um at kanna, hvør loysn skal veljast fyri á besta hátt at liva upp til krøvini til lægri CO2 útlát, og her er ein av møguleikunum at fáa elroku til framleiðsluskip úr landi. Nakað, sum vinnur størri og størri fram eitt nú á norska landgrunninum, har m.a. Equinor er í ferð við at veita sínum framleiðslupallum elorku frá vindmyllum til havs og eisini úr landi.
Gula økið norðaliga á kortinum er Rosebank
Umstøðurnar á Rosebank leiðini eru rættiliga meira torgreiddar enn td. á norska landgrunninum. Talan er um størri dýpið og harðbalnari veðurlag. Men arbeitt verður nú við eini ætlan at leggja el-leiðing á havbotnin úr landi til framleiðsluskip á Rosebank leiðini.
Her dømi um hvussu Equinor í Norra roynir at menna vindorku, sum harvið kann reka oljupallar við elorku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald