Uttanlands

Russland fer at leita eftir mineralum á havbotni

Russiska skipið, “Professor Moltsjanov” hevur fingið loyvi til at leita eftir mineralum í norskum myndugleikahavøki eystan fyri Svalbard 

2023-06-27 17:32 Author image
Jan Müller
placeholder
Hetta kemur fram í skjølum, sum norski miðilin E24 hevur fingið innlit í. Skipið, sum áður hevur gjørt kanningar við Svalbard, verður rikið av russiska stovninum fyri jarðfrøði og mineraltilfeingi í St Pætursborg.

Loyvið er givið av norska olju- og orkumálaráðnum og snýr seg um vísindaligar kanningar av tilfeingi á norska landgrunninum. Svalbardøkið er umsitið av norskum myndugleikum sum partur av altjóða sáttmálum. Skipið sleppur tó ikki at gera kanningar inni á norskum øki, og tað sleppur ikki at leggja at í norskari havn. 

Spurningurin um námsvinnu á havbotninum í Norðuratlantshavi, í Grønlandshavinum og Barentshavinum hevur verið nógv umrøddur í seinastuni, nú Vesturheimuin ynskir at vera minni heftur at Kina, tá talan er um at framleiða og brúka sonevnd krittisk mineral ella steinsløg, sum innihalda evni, ið nýggj tøkni brúkar.

[object Object]
Økið, sum norska stjórnin umhugsar at lata upp fyri námsvinnu á havbotninum millum Norra, Svalbard og Grønland eins og norðan fyri Føroyar

Kortini er stór mótstøða móti at fara undir hesa nýggju vinnuna, tí hon er ein dálkingarhóttan. Norska stjórnin hevur tó gjørt av at fara undir námsvinnu og ger neyðugu fyrireikingarnar til tess, hóast stóra mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapum og eisini fleiri flokkum í norska Stórtinginum. 

Eisini í USA hevur námsvinna á havbotninum fingið nógva umrøðu, nú ætlanir eru frammi um at fara undir hesa vinnu á havbotninum millum Kalifornia og Hawai, har milliónir av tonsum av sonevndum nodulum finnast á havbotninum, tey somu sum í okkara parti av heiminum. 

Ein høvuðsorøk til at fara undir hesa nýggju vinnuna í Vesturheiminum er óttin fyri, at Kina skal fáa enn størri monopol til at framleiða krittisku mineralini. 

Keldur: e24 og BBC


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder