Uttanlands

– Loftið átti at verið 30 dollarar

Eitt prísloft á russiska olju eigur at vera lægri enn 60 dollarar, halda tey á skrivstovuni hjá Ukrainska forsetanum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-12-03 17:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ES og G7-londini hava saman við Avstralia gjørt semju um eitt prísloft á russiska olju.

Endamálið við prísloftinum, sum kemur í gildi frá komandi mánadegi, er at gera tað truplari fyri Russland at sleppa sær undan revsitiltøkum við at selja olju til lond uttan fyri ES.

Loftið er 60 dollarar fyri tunnuna, men tað er ikki nóg lágt, heldur Andrii Yermark, starvsfólkaleiðari á forsetaskrivstovuni hjá Ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

Loftið eigur at verða helvtina av tí, sum er ásett, sigur hann.

– Um vit skulu oyðileggja búskapin hjá fíggindanum skjótari, er neyðugt at lækka markið niður á 30 dollarar, sigur hann sambært DR.

Les eisini: Semja í ES um prísloft á russiska olju

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder