2022-07-11 17:16
Í morgun gjørdi Russland álvara av síni ætlan at skrúva fyri útflutninginum av gassi beinleiðis til Týskland gjøgnum Nord Stream1 gassleiðingina. Russland sigur orsøkina vera umvæling og viðlíkahald, sum skilst skal vara í 10 dagar. Hetta merkir, at Russland í veruleikanum skrúvar fyri meginpartinum av gassveitingini til Týskland, sum er sera heft at russiskum gassi. Kortini fær Týskland framhaldandi gass gjøgnum leiðing, sum gongur gjøgnum Ukraina. Men her einans talan um minni nøgdir, og tær eru eisini ótryggar vegna kríggið. Frammanundan hevur Russland minkað um gassveitingina til Evropa við 40%, og nú kemur so nullveitingin aftrat. Russar vísa eisini á, at ein orsøkin hevur verið, at eykalutir, sum eitt nú týskar verksmiðjur framleiða, ikki koma fram vegna sanktiónirnar móti Russlandi.
Týskland sigur, at landið hevur gass á goymslu til 2-3 mánaðir, men um stigið hjá Russlandi veruliga er politiskt, so kann Russland halda fram við umvælingararbeiðinum í væl longri tíð fyri harvið at raka týska búskapin meint. Týskland hevur tørv á nógvum gassi til veturin, og hesum kann Russland stegða, um tað vil. Týskland hevur longu minkað um gasskeypið úr Russlandi úr 56% niður í 35%, men tað er ikki nóg mikið, um Russland ætlar at skrúva fyri í longri tíð.
Fyri at verja seg móti hesum hevur Týskland gjørt stórar íløgur í havnir, sum skulu taka ímóti LNG gassi úr eitt nú Norra og USA, og haraftrat hevur landið nú givið grønt ljós til at lata uppaftur 10 kolaorkuverk, sum hava verið stongd vegna grøna orkuskiftið. Eisini verður umnhugsað at lata upp fyri kjarnorkuverkum. Stjórnin roynir so eisini at raðfesta íløgur í grøna orku so sum vind- og sólorku.
Men skuldi tað ringasta hent og Týskland skal vera russiskt gass heilt fyri uttan, tá veturin nærkast, so kann hetta koma at skaða týska búskapin og alt samfelagið. Men myndugleikarnir hava gjørt greitt, at hetta fer ikki at nerva húsarhaldini, ið eru sera bundin at gassi úr Russlandi. Tå verða tað heldur ymsar vinnugreinar, sum fara at verða raktar, og longu nú hevur tikið seg upp stríð um, hvørjar av hesum skulu raðfestast, soleiðis at fæst arbeiðspláss verða rakt. Um so er at hóttanin frá Russlandi er verulig, so koma týskarar skjótt í ta støðu, at teir mugu til at spara orku. Tann dagurin er kanska heldir ikki so langt frammi.
Umboð fyri russisku stjórnina vísir sambært Reuters aftur, at Russland brúka gassumvæling sum skálkaskjól fyri at raka Týskland politiskt. Kortini kennir týski fíggjar- og orkuráðharrin seg ikki tyggan við støðuna og útiloka tí ikki, at Russland hevur í hyggju at longja umvælingina, soleiðis at hon kann raka týska búskapin hart.
Fyriuttan at raka Týskland hart, so hevur gassstøðan í Evropa og heiminum sum heild gjørt, at prísurin er hækkaður við 400% hetta einasta árið, og kann vera verandi har ella hækka enn meira. Í ringasta føri kunnu 5,6 mió. arbeiðspláss aleina í Týsklandi vera í vanda.
Tað er tó eisini greitt, at verður heilt skrúvað fyri Nord Stream1 leiðingini, so fer tað eisini at raka russiska búskapin meint. Hesum hevur Russland alla tíðina víst aftur og sigur, at landið er væl fyri til at møta slíkum avbjóðingum.
Keldur: BBC, NRK, Reuters
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald