Uttanlands

Russland skrúvar fyri gassinum til Danmarkar

Gazprom gjørdi í morgun álvara av hóttanini at stongja fyri gassveitingini til danska felagið Ørsted. Danski forsætisráðharrin finst harðliga at avgerðini

2022-06-01 10:29 Author image
Jan Müller
placeholder

So kom túrurin til Danmark. Russiska orkufelagið Gazprom steðgaði í morgun gassflutningin til danska felagið Ørsted, nú danir hava noktað fyri at rinda í ruplum fyri gassið. Hetta hevur annars verið eitt krav frá Russlandi og er longu skrúvað fyri gassinum til fleiri evropeisk lond, eitt nú Póland, Bulgari, Háland og Finland, sum øll hava sýtt fyri at rinda við russiska gjaldoyranum. Hetta er eisini brot á verandi sáttmálar.

Danski forsætisráðharrin Mette Fredriksen finst at Russlandi fyri at taka slíkt stig. Hon vísir á, at tað er neyðugt at fyrireika seg til heilt at kvetta við keyp av russiskari orku bæði vegna innrásina í Ukraina men eisini tí Russland misbrúkar orku sum vápn móti Vesturheiminum.

Hon gjørdi eisini greitt, at henda gongdin eigur so at bera í sær, at Vesturheimun fer at leggja enn størri dent á at menna grøna orku, sum skal koma ístaðin fyri olju og gass úr Russlandi.

Ørsted sigur í viðmerking, at felagið hevur longu gjørt avtalur við onnur feløg og lond um at keypa gass, sum so eisini er gass úr Russlandi. Tað eru nevniliga fleiri feløg og lond, sum hava avgjørt at rinda í ruplum fyri at varðveita veitingarnar av gassi úr Russlandi.

Evropa keypir olju og gass úr Russlandi fyri 6-7 mia. kr. um dagin.

Ì vikuni avgjørdi ES at minka um innflutningin av olju úr Russlandi við 90% innan árslok.  Enn er ikki semja í ES um at taka gassið úr Russlandi við í sanktiónirnar, hetta tí at fleiri lond eru so heft at russiskum gassi.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder