Innanlands

Samgongan: Føroyar skulu binda seg við veðurlagslóg

Samgongan vil festa veðurlagspolitikkin við lóg og fer at leggja fram uppskot til veðurlagslóg í heyst.

2025-08-03 22:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta stendur at lesa í ískoytispartinum til ólavsøkufrágreiðing løgmans.

Landsstýrið vísir á, at veðurlagsbroytingar eru ein av størstu avbjóðingunum í heiminum, og tað er okkara skylda at tryggja komandi ættarliðum somu møguleikar fyri einum burðardyggum heimi, sum vit sjálvi hava havt.

Samgongan vil tí festa veðurlagspolitikkin við lóg og fer at leggja fram uppskot til veðurlagslóg í heyst. Endamálið er at seta bindandi langtíðarmál um at minka útlátið í samsvari við altjóða mál og tryggja eina stigvísa tilgongd at náa teimum.

Landsstýrið sigur víðari, at veðurlagsmálini skulu eftirmetast og dagførast fimta hvørt ár, og øll skulu hava javnbjóðis møguleika at luttaka í orkuskiftinum. Eisini er ætlanin at seta á stovn eitt fakligt veðurlagsráð og eitt ungdómsveðurlagsráð, sum skal kunna ummæla átøk, áðrenn tey verða sett í verk.

Endamálið við uppskotinum um veðurlagslóg er at áseta bindandi veðurlagsmál fyri Føroyar í samsvari við París-avtaluna. Ásett verður, at útlátið av vakstrarhúsgassi skal vera netto null ár 2050, og at tíðarfestar virkisætlanir skulu gerast fimta hvørt ár, sum seta greið mál um minking 10 ár fram, og hvørji átøk skulu setast í verk fyri at fremja minkingina. Uppskotið verður lagt fyri tingið í heyst.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder