Innanlands

Setið ferð á vindorku til havs og gloymið oljuna

Hiðani skal ljóða ein innilig áheitan á landsstýri og løgting um at gloyma alt um oljuvinnu og sum skjótast at seta ferð á at menna føroyska havøkið til framtíðar orkuvinnu. Hendan vinnan kann gerast minst líka inntøkugevandi sum summi enn droyma um, at oljuvinnan fer at verða.

2023-03-03 16:17 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta var ein av boðskapunum hjá Kára Mortensen, deildarleiðara á Orka á Umhvørvisstovuni, tá hann helt røðu á tiltakinum “Veðurlagslóg nú” í Havn í dag. Hann helt fram:

[object Object]

“Spurningurin, vit seta okkum, er einfaldur – Skulu vit halda fram at leita eftir olju í føroysku undirgrundini? Svarið er eisini einfalt – Nei, tað skulu vit ikki.

“CO2 nøgdin í atmosferuni veksur enn ár undan ári, men vend er um at koma í. Hesi vendini skulu Føroyar eisini vera partur av.

 Føroyska samfelagið nýtir nógva orku. Tað noyðast vit í fiskivinnu, í alivinnu, í byggivinnu, í ferðslu á sjógvi, á landi og  í luftini. Tað fara vit eisini at gera í framtíðini. Men vit eiga at vanda okkum um hesa orkunýtslu. Vit noyðast at bjálva, vit noyðast at spara og vit noyðast sum heild at virka og liva burðardygt. Grøna orkuskiftið í Føroyum er eitt framúr gott stig á vegnum. Elframleiðsla við vindi, vatni, sól og sjóvarfalli - Hitapumpur, elbilar og grøn brennievni er vegurin fram.

[object Object]

Orkuskiftið er væl á veg bæði millum vanlig fólk og í vinnuni. Men tað er alneyðugt, at enn meiri fokus verður sett á tað. Landsstýrið og løgtingið mugu og skulu ganga undan og allatíðina velja aktivar loysnir, sum gera tað møguligt hjá øllum at vera við í skiftinum burtur frá olju.

 Tann størsta avbjóðingin tekniskt sæð í orkuskiftinum hevur verið og er skiftið til grøn brennievni á sjónum, í tungu ferðsluni á landi og í flogferðsluni.

Men eisini her eru loysnir á veg – og kanska mest í okkara parti av heiminum. Ein av loysnunum er stórar vindmyllulundir – serliga á sjónum, burturav gjørdar til at framleiða hydrogen, sum síðan verður gjørt um til flótandi brennievni, eitt nú ammoniak ella methanol, sum júst eru ætlað til skipini, teir stóru lastbilarnar og flogførini.

[object Object]

Flótandi havvindmyllur, sum í løtuni eru á veg á marknaðin, fara at gera stór havøkir, eisini við Føroyar, egnað til orkuframleiðslu úr vindi. Havið kring Føroyar og Hetland er millum vindríkastu økini í heiminum.

Tí kunnu hesi øki gerast líka virðismikil, sum økir við nógvari olju fyrr vóru.

Okkara grannar í Skandinavia og Stóra Bretlandi eru langt síðani farin í gongd at fyrireika økir til havvindmyllur og at bjóða økir út. Fleiri orkufeløg hava longu fingið framleiðsluloyvi.

[object Object]

Í Hetlandi – okkara næsti granni, eru stórar verkætlanir á veg. Seinasta nýggja har er ein ætlan um at framleiða eina millión tons av hydrogeni við orku frá komandi havvindmyllum.

Á Arctic Circle ráðstevnuni í Reykjavík seinasta heyst vístu Umhvørvisstovan og SEV á møguleika at gera stóra havvindmyllulund við flótandi myllum eystan fyri Føroyar – 400 km2 í vídd (hetta er minni enn 0,2% av samlaða føroyska havøkinum). Hendan havvindmyllulundin kann framleiða umleið tríggjar ferðir so nógva orku, sum Føroyar í dag hava tørv á til alt okkara virksemi. Hendan orkan kann millum annað brúkast til at framleiða  grøn brennievni til egið brúk og útflutning.

Føroyar tora illa at taka eina avgjørda støðu í krignum í Ukraina. Vit vilja fegin vera í parti við teimum góðu, men hava samstundis fiskivinnusamstarv við Russland.

Í veðurlagsstríðnum vilja vit eisini fegin vera í parti við teimum góðu. Men ein meiriluti av løgtinginum vil samstundis menna oljuvinnu í føroyskum havøki.Hiðani skal ljóða ein innilig áheitan á Føroya landsstýri og Føroya løgting um at gloyma alt um oljuvinnu og sum skjótast at seta ferð á at menna føroyska havøkið til framtíðar orkuvinnu. Hendan vinnan kann gerast minst líka inntøkugevandi sum summi enn droyma um, at oljuvinnan fer at verða.

Ein tílík avgerð hevði verið eitt fantastiskt signal at sent, bæði til okkum sjálvi og til umheimin.”

[object Object]

Myndir Sverri Egholm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder