Innanlands

SEV: Ferð er komin á grøna orkuskiftið

Grøna orkuskiftið hvílir í stóran mun á, hvussu føroysku heimini verða hitað og hvørjar flutningsmøguleikar fólk velja sær vísir SEV á í fundarfrágreiðingini til eykaaðalfundin í farnu viku.

2023-12-10 21:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Í frágreiðingini verður tí nógv gjørt burtur úr grøna orkuskiftinum. Staðfest verður at eftirspurningurin eftir elorku er vaksandi. Fram til og við 30. november 2023 síggja vit ein vøkstur á 5,2 prosent í mun til undanfarna ár. 207 Gigawatttímar vórðu framleiddir úr burðardyggum orkukeldum, og tað eru 3 prosent fleiri enn í fjør. Í tilsamans 52 samdøgur var elframleiðslan í meginøkinum yvir 80 prosent burðardygg, meðan framleiðslan í Suðuroy var yvir 80 prosent burðardygg í 143 samdøgur og 100 prosent burðardygg í 117 samdøgur.

[object Object]

Úrtøkan úr vindorku er hækkað, meðan vatnorkuframleiðslan minkaði í mun til árið fyri. Hetta kemst m.a. av, at nógv størri vindmáttur kom upp í 2022, og samstundis var 2023 eitt væl turrari ár. 2023 er eisini fyrsta heila árið, at vit hava havt stabiliserandi tøknina í Porkeri virkna, sum ger at væl meiri fæst burturúr vindorkuni í Suðuroy. Líknandi skipan við battaríum og synkronkompensatori verður í løtuni royndarkoyrd á Sundi, og væntandi fer tí eisini at bera til at fáa væl meiri vindorku til høldar í meginøkinum, tað sum eftir er av árinum og frameftir. Málið hjá Sev var at røkka 54 prosent av burðardyggari elframleiðslu í 2023. Hetta mál verður ikki rokkið, m.a. orsakað av, at skipanin við stabiliserandi tøkni í meginøkinum ikki kom í rakstur til væntaða tíð. Varðagøtan fram móti 2030 verður javnan dagførd við framskrivingum av orkunýtsluni, tøkniligum loysnum og tilhoyrandi kostnaðum.

[object Object]

Fráboðaða ætlanin hjá Effo er spennandi og kann fara at hava ávirkan á varðagøtuna hjá Sev við tað, at ídnaðarvirki fylla nógv í framskrivingini hjá Sev. Tað er í ætlanunum hjá Sev ikki innroknað við frágongd av størri framleiðsluvirkjum, men roknað er við einari øktari nýtslu innan framleiðslu o.l. Tað er ikki roknað við inntøkum frá eini umlegging hjá t.d. Havsbrún frá oljunýtslu til grøna elorku. Hetta er tað, sum Effo sigur seg fara undir í ætlan teirra. Men um so er, at Effo kemur at taka burturav partinum hjá Sev fyri verandi elnýtslu, við at fáa verandi elnýtarar inn á skipan teirra t.d. virkið hjá Bakkafrost á Glyrum, so er søgan ein onnur.

Fyri at skunda undir grøna orkuskiftið, hevur Sev síðan 2019 havt í gildi eina stuðulsskipan, har felagið hevur  latið brúkarum lægri prís fyri streym til elbil og/ella hitapumpu, tvs. ein rakstrarstuðul til grønan flutning og grøna hitaskipan. Treytirnar eru m.a., at henda streymnýtsla fer ígjøgnum serstakan málara. Gongd er síðani komin á orkuskiftið, og talið av sokallaðu grønu málarunum var pr. 30. november í ár komið upp á 3.066. Samstundis hevur MVG-frítøka verið á elbilum og hitapumpum fyri at fáa gongd á orkuskiftið. Eins og almenna stuðulsskipanin við MVG-frítøku ætlandi verður trappað niður komandi árini, er eisini viðgjørt at trappa niður stuðulsskipanina við lægri streymprísi til elbilar og hitapumpur. Hetta merkir, at stuðulin ætlandi minkar niður í helvt í 2028 og fellur burtur í 2030. Somuleiðis er eisini ætlanin at avtaka stuðulin uppá tey 8 oyrini til ídnaðarkundarnar, frá avtaluni við landsstýrið frá 1992. Hetta verður ætlandi gjørt við 2 oyrum um árið frá 2025 at rokna og 4 ár fram.

[object Object]

Pumpuskipanin í Vestmanna

Í frágreiðingini til eykaaðalfundin verður Mýruverkið II - pumpuskipanin í Vestmanna eisini umrøtt.

Arbeitt hevur verið fram ímóti at kunna bjóða út arbeiðið uppá samlaðu verkætlanina. Útboðstilfarið er nú latið teimum, ið skulu geva tilboð. Tá ið tilboðini eru komin inn og viðgjørd, ber til at koma við einari dagførdari og meira haldførari kostnaðarrammu, sum verður løgd fyri aðalfund til støðutakan hjá eigarunum. Hetta verður ætlandi í fyrru hálvu 2024. Fyri tað mesta verður arbeitt við at fáa til vega byggiloyvi, loyvi frá friðingarmyndugleikanum, avtalu við jarðareigaran og festaran, umhvørvisgóðkenning v.m. Kunnað hevur verið um verkætlanina á óformligum eigarafundum ávikavist hin 3. juli 2023, 30. oktober 2023 og 5. desember 2023 eins og kunnað verður um verkætlanina her á eykaaðalfundinum.

Fundur var hin 20. juli 2023 við Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu um pumpuskipanina og serliga um ta fyritreytina, at tann nógvi vindmátturin, ið skal forsýna pumpuskipanina, má vera tøkur. Landsstýriskvinnan vísti til útbyggingarætlanina innan varandi orkuframleiðslu (smb. semjuskjalinum frá 22. mars 2022) og upplýsti hon eisini, at broytingar í elveitingarlógini fóru at geva “amboð”, sum kunna tryggja eina smidliga útbyggingargongd.

[object Object]

Stór krøv til løðimøguleikar

Í frágreiðingini til aðalfundin verður eisini nomið við spurningin um løðimøguleikar. Víst verður á, at grøna orkuskiftið hvílir í stóran mun á, hvussu føroysku heimini verða hitað og hvørjar flutningsmøguleikar fólk velja sær. Ferð er komin á grøna orkuskiftið, og hetta setir m.a. krøv til løðimøguleikar. Infrakervið við almennum løðistøðum hjá Sev kring landið er eisini víðkað í 2023 við nýggjum almennum løðistøðum í Eysturoynni og Streymoynni. Harumframt verður í løtuni royndarkoyrd nýggj skipan, nevnd Gestaløðing, serliga til vinnukundar, sum hava fyri neyðini at hava løðimøguleikar til starvsfólk og kundar, við smidligum gjaldsmøguleikum.

Loysnin er eisini ætlað privatkundum, sum kunnu bjóða øðrum at løða heima hjá sær, uttan at skula hugsa um avrokning, tí hesum tekur skipanin sær av. Talið á heimaløðistøðum veksur so hvørt, sum fleiri fáa sær elbil. Arbeitt verður við nýggjari skipan – Heimaløðing – hvørs endamál er at lata elbilaeigarar løða meira burðardygt heima, við tað at Sev í ein ávísan mun stýrir løðingini í mun til tøku grønu orkuna. Við grøna orkuskiftinum, nýggjum loysnum og tænastum, og harvið størri tørvi hjá kundum okkara at biðja um vegleiðing, vaksa krøvini til kundaavgreiðslu hjá Sev. Nýggj orka er tí sett í at veita góða kundatænastu, vegleiðing og ráðgeving. Eisini er avgjørt at gera eina uppfylgjandi kundakanning í samstarvi við Lóður, sum gjørdi kundakanning fyri Sev í 2019.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder