Segði formaðurin í SEV stýrinum Kári Johansen, tá hann tók orðið á tiltakinum í sambandi við, at nýggja battarískipanin hjá SEV varð tikin í nýtslu.
Nevndarformaðurin tók fram einki minni enn røðu hjá táverandi amerikanska forsetanum Abraham Lincoln, tá hann fekk orðið.
”Enn er vindurin ein ótamd og ógagnnýtt orka – og møguliga verður ein av størstu framtíðar uppfinningunum – tøknin at temja og gagnnýta vindin.”
Ikki tykkum at siga – er nógv er hent síðani.
Tað er kanska at taka munnin ov fullan at siga, at vit hava lært at temja vindin - tí hann ræður sær sjálvum – men vit veiða vindin - vit gagnnýta vindin – og í dag seta vit enn ein varða á slóðini – við verkætlanini at gagnnýta vindin enn betur - at goyma vindin – og samstundis at varðveita eina støðuga og trygga elveiting.
Skipanin við battaríum og synkronkompensatori, sum verður verksett í dag, er í roynd og veru eitt týðandi amboð til at kunna temja óstøðugu vindorkuna, og gera hana um til eina meira støðuga orkukeldu.
Hetta eru slóðbrótandi verkætlanir, og áhugin er stórur í útlandinum at fylgja við og síggja, hvussu hilnast her hjá okkum.
Tí riggar tað her í okkara lítlu og avbyrgdu elskipan, ja so riggar tað eisini aðra staðni.
Avbjóðingarnar við at gagnnýta sum mest av óstøðugari vindorku eru tær somu nógva staðni í heiminum, men fáar staðni eru tey komin líka langt við at finna loysnirnar, sum skulu til – sum vit her í Føroyum.
Fyrstu ferð vindorka varð framleidd inn á elnetið hjá SEV var í Suðuroy í 1979, tá brøðurnir Birgir og Helgi Enni settu upp vindmyllu á Tvøroyri. –
Og fyrstu ferð vit gjørdu líknandi roynd sum hesa, vit fara at verkseta í dag, var eisini í Suðuroy.
Skipanin í Suðuroy, sum hevur verið roynd í eina tíð, hevur eydnast sera væl. Men í vavi og mátti svarar elskipanin í Suðuroy bert til ein 10. part av elskipanini í meginøkinum, og tað er ikki sjálvsagt, at tað ber til at falda eina skipan við 10 og fáa tað sama burturúr.
So skjótt tað gjørdist greitt, at vindmátturin uppi yvir Havnini skuldi trýdoblast innan heilt stutta tíð, varð samstundis greitt, at skuldi nakað koma burturúr hesum verkætlanum, var neyðugt við alternativum loysnum fyri at tryggja støðufestið í elskipanini.
Vindorka er óstøðugur máttur, og tað ber snøgt sagt ikki til at økja vindmáttin í einum avmarkaðum øki so ógvusliga og bara lata leyst inn á elnetið. So okkurt mátti gerast, og tað skuldi gerast skjótt.
SEV nevndarformaðurin Kári Johansen saman við Aksel Johannesen, løgmanni og Tórbirni Jacobsen, borgarstjóra og formanni í Føroya Kommunufelag. Mynd Jan Müller
Farið varð beinanvegin undir at fyrireika hesa verkætlanina, og nú - tvey ár seinni – standa ein høll við 12,5 Mega Watt battarískipan og ein høll við 15 MegaVoltAmpere synkronkompensatori til reiðar at taka í nýtslu.
At alt hetta kundi lata seg gera upp á so stutta og avbjóðandi tíð við heimsfarsótt og inflatión, er prógv um gott og virðismikið samstarv millum okkara dugnaligu fólk og okkara ikki minni dugnaligu føroysku og útlendsku veitarar.
Samstarv er vegurin fram, og samstundis hava okkara fólk hjálpt Magn/Lív og Effo/Røkt við kaðallegging, og hava harumframt skoytt allar kaðalar, sum lagdir eru.
Vit eru í dag savnað inni á Sundi fyri at hátíðarhalda enn ein varða í føroyskari elveitingarsøgu og enn eitt amboð til at veita føroyska samfelagnum tryggan streym.
Og er tað nakað, sum eyðkennir hetta økið, so er tað tryggur streymur.
Sundsverkið hevur verið garantur fyri tryggari og álítandi streymveiting í nærum fimmti ár. Støð 1 stóð liðug í 1974, støð 2 smá 10 ár seinni í 1983, og støð 3 í 2020.
Dagtangahúsið heiman fyri støð 1 stóð liðugt í 2019.
Vegna koronufarsóttina bar ikki til at bjóða tykkum niðan, tá støð 3 stóð liðug og var sett í rakstur. Og tí nýttu vit sjálvsagt hetta høvið til vísa tykkum partar av støð 3 eisini í dag.
Men tíðin gongur og vindurin blæsir, so at enda fari eg at takka tykkum fyri at vera komin higar í dag, og fari eg at lata ’løgmanni’ orðið, áðrenn stabiliserandi skipanin alment verður tendrað og sett í rakstur, segði SEV nevndarformaðurin Kári Johansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald