Fríggjadagain 8. september eru tiltøkini savnað Inni á Fjørð, og SEV er sjálvsagdur partur av hesum.
Byrjað verður kl. 15.30 við at planta træ, sum SEV fekk í 75 ára gávu frá FNU. Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna, Jón Kragesteen, formaður í FNU og Hákun Djurhuus, SEV stjóri, planta træið saman.
Høvið verður at vitja inni á Fossáverkinum, í koblingsstøðini og goymsluni, har okkurt gott verður til góman.
Eisini verður søgulig framsýning á takinum á koblingsstøðini.
Minesto, sum eisini heldur til Inni á Fjørð, hevur av trygdarávum avgjørt at vera við á matriklinum hjá SEV heldur enn hjá teimum sjálvum. Tey fara m.a. at hava okkurt fyri børnini, og samstundis ber til at tosa við umboð fyri Minesto um verkætlanina í Vestmannasundi.
Øll eru hjartaliga vælkomin skrivar SEV á síni heimasíðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald