Uttanlands

Shell avsannar BP keyp

Tað verður eingin samanlegging av orkurisunum Shell og BP á hesum sinni

2025-06-26 16:06 Author image
Jan Müller
placeholder

Millum leysasøgurnar á stóra ársfundinum hjá bretska orkuvinnufelagnum Offshore Energies UK í Aberdeen í hesum døgum er nógv umrødda samanleggingin av orkufeløgunum Shell og BP. Tað hevur ljóðað í eina tíð, at Shell hevði í umbúnað at keypa upp BP og hevði tað fingið ein uppaftur størri leiklut í altjóða orkuverðini. Eftir at norsk bløð í vikuni umrøddu ráðstevnu, har stjórarnir í Shell og BP luttóku, varð komið eftir, at nú var tíðin komin til nógv umrøddu yvirtøkuna. Men straks eftir hetta kom Shell út við tíðindaskrivi um, at einki varð í hesum tíðindum. Shell er ikki í ferð við at fara inn í samráðingar um at keypa hin stóra bretska orkurisan.

[object Object]Stjórarnir í BP og Shell á ráðstevnu nú um dagarnar. 

Bæði feløgini eru annars sera virkin í økinum eystan fyri Føroyar og hava bæði tvey í umbúnað at gera stórar nýggja íløgur í hesum partinum av bretska landgrunninum. Shell er farið inn í samstarv við norska Equinor, sum er í ferð við at byggja út stóru olju- og gassleiðina Rosebank tætt við føroyska markið. Vit fara helst at frætta nærri um hesa samanlegging av ognunum  hjá báðum feløgum á bretska landgrunninum. Tað er greitt, at henda samanlegging kann koma at gagna framtíðar virksemi báðumegin markið millum Føroyar og Bretland.

Haraftrat er Shell í ferð við at byggja út Victory gasskelduna, sum eisini liggur millum Hetland og Føroyar. Shell hevur so eisini fingið tiilutað nógv leitiloyvi eystan fyri føroyska markið, har felagið sær møguleikar at finna nógv gass. BP hevur eisini stórar ætlanir vestan fyri Hetland, har tað í næstum fer at kunngera ætlanina at byggja út triðju oljuleiðina á risastóru Clair kelduni.

Bæði Shell og BP hava røtur aftur til oljuleitingina við Føroyar fyri umleið 20 árum síðani. Um hesi, sum eru so virkin eystan fyri markið, fara at vísa áhuga fyri Føroyarøkinum aftur má bara tíðin vísa. Í hvussu er er tað hent, at Jarðfeingi hesi seinastu árini við kanningum hevur ávís fleiri áhugaverd "leads" tvs. øki har møguleikar eru fyri at finna olju og gass. 

[object Object]Nevndarformaðurin í BP, Helge Lund hevur framvegis eitt bein innanfyri í Føroyum, hóast tað í løtuni ikki júst snýr seg um olju og gass. Hann er nevndarlimur í felagnum Tjaldur, har fyrrverandi starvsbróðurin Rúni M Hansen er nevndarformaður. 

Orkan.fo var við á stórari orkumestu í Aberdeen í vikuni, har umboð fyri Føroyar hevði framløgu um framtíðina á føroyska landgrunninum. Tað venda vit aftur til í komandi greinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder