Uttanlands

Shell grønt ljós til  gassútbygging eystan fyri Føroyar

Bretskir myndugleikar hava givið orkufelagnum Shell loyvi til at útbyggja gassleiðina Victory, sum liggur millum Hetland og Føroyar.

Victory gasskeldan liggur har eysturi á Atlantsmótinum.

Victory gasskeldan liggur har eysturi á Atlantsmótinum.

2024-01-19 18:01 Author image
Jan Müller
placeholder

Keldan varð longu funnin í 1977 av Texaco men hevur higartil ikki verið mett at vera lønandi at byggja út til framleiðslu. Men nú fleiri aðrar gasskeldur eru útbygdar í grannalagnum ber til at binda framleiðsluna á Victory í verandi undirstøðukervi. 

[object Object]

Einans tríggjar mánaðir eftir, at norska Equinor fekk grønt ljós til útbygging av risastóru olju- og gasskelduni Rosebank skamt frá føroyska markinum, hevur eitt av heimsins størstu orkufeløgum, Shell fingið loyvi til atbyggja út gasskelduna Victory, sum liggur millum Føroyar og Hetland. Hon goymir gass, sum svarar til 7% av árligu nýtsluni í Bretlandi. 

[object Object]Gassið frá Victory verður flutt til Sullom Voe í Hetlandi. 


Áhugavert er at bíta merki í, at báðar útbyggingarnar eru í føroyska grannalagnum og eru tær ætlaðar at betra um orkutrygdina í Bretlandi. 

Tað var herfyri, at Shell keypti upp Victory kelduna og kom tað rættiliga dátt við hjá bretskum orkumyndugleikum, nú Shell í fjør gjørdi av at taka seg úr stóru olju- og gasskelduni Cambo, helst av umhvørvisávum. Tá var hildið, at felagið kanska fór at venda eyguni móti øðrum londum, men við hesum uppkeypinum hevur Shell víst, at tað framvegis er sinnað at gera íløgur í olju- og gassvirksemi eystan fyri Føroyar.

Her er eisini vert at leggja til merkis, at Shell í seinastu útbjóðingini í Bretlandi, fekk tilluttað fleiri teigar til leiting norðan fyri Rosebank, har fleiri smærri gassfund eru gjørd seinastu mongu árini. Møguliga sær Shell møguleikar fyri at útbyggja fleiri av smørri gasskeldunum í ein hub. 

Ætlanin er at brúka gassrørleiðingina frá hinum gasskeldunum vestan fyri Hetland og flyta gassið til Sullom Voe gassterminalin í Hetlandi. Tað er miðvísur politikkur hjá bretsku stjórnini at skunda undir ikki minst framleiðsluna av gassi, nú so stórur eftirspurningur er eftir gassi til bretska heimamarknaðin, serliga eftir russisku innrásina í Ukraina.

[object Object]Stjórin fyri leiting hjá Shell fegnast um avgerðini hjá myndugleikum at geva grønt ljós til út bygging av Victory. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder