Uttanlands

Shell-stjórin: -Atlantsmótið framvegis týðandi kjarnuøki

Hóast døpru útlitini í oljuvinnuni í løtuni so raðfestir Shell framhaldandi økið millum Bretland og Føroyar ovarliga

Shell sær stórar útbyggingarmøguleikar á stóra Clair oljufeltinum eystan fyri Føroyar

Shell sær stórar útbyggingarmøguleikar á stóra Clair oljufeltinum eystan fyri Føroyar

2020-08-01 13:11 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast lágur oljuprísur, minkandi eftirspurningur og korona hava lopið kvøkk á altjóða oljuheimin, so fer eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Shell,  framhaldandi at raðfesta og menna sítt virksemið í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, sum er økið millum Hetland og Førpyar.

Hetta sigur stjórin í felagnum, Van Beurden, sum við hesum peikar á stóru kolvetnisgoymslurnar í økinum vestan fyri Hetland. Her hevur Shell í mong ár verið partur av virkseminum saman við enn einum oljurisa BP og øðrum oljufeløgum við.

Shell er partur av tveimum teimum størstu framleiðandi oljukeldunum í økinum eystan fyri Føroyar, nevniliga Clair og Schiehallion, har felagið eigur ávikavist 28% og 45%.

Eisini er Shell partur av stóru útbyggingarætlanini á Cambo oljukelduni, sum liggur skamt frá føroyska markinum. Henda keldan goymir 800 mió. tunnur av olju.

“Vit kenna okkum sera tætt  knýttar til ikki minst økið vestan fyri Hetland, nú vit síggja stórar menningarmøguleikar í bæði umhvørvinum kring keldunar Clair og Schiehallion." Ella sum hann úttalar seg til skotska miðilin Energy Voice: "We see further running room there." 

Shell hevur eisini fleiri loyvi tætt framvið føroyska markinum og verður áhugavert at fylgja við í hvønn mun felagið fer at búna hesi økini í framtíðini til bæði leiting, útbyging og framleiðslu, og tí eisini reisir spurningin, hvønn týdning tað kann fáa fyri økið føroysku megin markið.

Í oljuídnaðinum verður annars bíðað í spenningi eftir kunngerðingini av úrslitinum av 32. útbjóðingini á bretska landgrunninum.  Her hevur tað serstakan áhuga fyri eitt nú Jarðfeingi í Føroyum, hvørji nýggj leitiøki við markið, sum verða latin oljufeløgum. Roknast kann við, at úrslitið av útbjóðingini verður kunngjørt ein av komandi døgunum.

Í Føroyum verður í hvussu er fylgt væl við, tí nýggj leitiloyvi upp at markinum bretsku megin kunnu fáa týdning fyri áhugan fyri føroyska "open door" leitimøguleikanum komandi árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder