
Talan er um tvey av feløgunum, sum vóru sera virkin í oljuleitingini við Føroyar eftir aldarskiftið, og sum í dag framvegis eru virkin eystan fyri Føroyar.
Tíðindini koma eftir, at partabrævið hjá BP heldur fram at lækka. Orsøkin til lækkingina er fíggjarliga støðan hjá fyritøkuni, sum er alt annað enn góð í kjalarvørrinum á, at leiðslan í felagnum nøkur ár herfyri gjørdi av at broyta strategi og raðfesta grøna orkuskiftið. Tað hevur havt við sær lækkandi inntøkur og hevur fingið partar av íleggjarunum at krevja eina broyting aftur til olju og gass. Tann broytingin er nú við at koma í gildi skrivar Financial Times.
Bloomberg miðilin skrivar, at Shell arbeiðir við eini ætlan at yvirtaka BP, nú partabrævið er lækkað so nógv. Men felagið bíðar í løtuni eftir, hvussu støðan verður á partabrævamarknaðinum og hvussu útlitini vera fyri oljuprísinum. Síðani byrjanina av 2025 er BP partabrævið lækkað við 13%, hetta eisini orsakað av búskaparligu støðuni í heiminum, eftir at Trump forseti hevur sett upp nýggjar tollmúrar.
Seinastu 12 mánaðirnar er virðið á BP minkað við einum triðingi, um somu tíð sum virðið á hinum stóru orkufeløgunum er hækkað nógv. Bloomberg skrivar, at ein týðandi orsøk til, at Shell møgulig akeypir upp BP partabrævið, er, um tað heldur fram at lækka.
Um ein samanlegging av Shell og BP verður veruleiki, so verður tað størsta av sínum slag nakrantíð innan olju- og gassøkið. Enn ein orsøk til eina samanlegging er kappingin við kappingarneytarnar í USA, har fleiri stór oljufeløg hava lagt saman seinastu árini við ExxonMobil og Chevron á odda at taka yvir onnur feløg. Við at yvirtaka BP kann Shell koma at standa seg nógv sterkari í kappingini við stóru amerkonsku feløgini.
Herfyri gjørdu Shell og Equinor av at leggja sínar ognir í bretska partinum av Norðsjónum saman í eitt nýtt felag. Enn ein samanlegging er gjørd millum italska ENI og bretska Ithaca.
Í 2023 keypti Chevron felagið Hess, meðan Exxon keypti Pioneer Natural Resources.
Samanleggingar týdning fyri Føroyar
Yvirtøkur og samanleggingar av stórum olju- og gassfeløgum kunnu eisini fáa týdning fyri, hvat fer at henda í føroyska grannalagnum komandi árini. Nýggjastu samanleggingarnar millum Shell og Equinor og Ithaca og ENI kunnu vera við til at menna virksemið á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar. Her verður m.a. hugsað um risastóru oljuleiðina Cambo skamt frá føroyska markinum.
Enn ein samanlegging millum Shell og BP kann skunda undir hesa gongdina, nú BP stendur á odda fyri fleiri av framleiðslunum í økinum og stendur til at taka endaliga avgerð um eina stóra útbygging av Clair South oljuleiðini miðskeiðis millum Hetland og Føroyar.
BP er mest virkna felagið á Atlantsmótinum við leiklutinum sum fyristøðufelag fyri fleiri av stóru framleiðsluleiðunum. Og stendur nú til at taka avgerð um enn eina stóra útbygging á risastóru Clair leiðini.
Umframt Equinor og Total hevur eisini Shell víst stóran áhuga fyri mongu gassleiðunum har norðuri á Atlantsmótinum. Shell fekk í seinastu útbjóðingini í Bretlandi fleiri nýggj leitiloyvi eystan fyri Føroyar.
Uppá sikt kunnu hesar broytingar og samanleggingar av orkufeløgum, ið arbeiða eystan fyri Føroyar, fáa týdning fyri føroyskar veitarafyritøkur eins og fyri eina komandi oljuleiting við Føroyar eisini. Útbyggingar á djúpum vatni eru kostnaðarmiklar og krevja bæði tøkniligu og fíggjarligu orkuna, sum tey stóru orkufeløgini kunnu veita.
Seinasta nýggja um Shell yvirtøkuna av BP seinnapartin eru, at tíðindini hava fingið BP partabrævið at hækka aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald