Uttanlands

Sjeynda hvørt oljustarv í Norra kann hvørva í 2022

Skerjingarnar hjá oljufeløgunum kunnu merkja, at sjeyndi hvør í norskari oljuvinnu má finna sær eitt nýtt arbeiði metir Rystad Energy

2020-08-10 20:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Norska greinarafyritøkan,Rystad Energy, sum plagar at vera rættiliga beinrakin í sínum greiningum av norskari og altjóða oljuvinnu, sær ikki bjart uppá støðuna í vinnuni, um so er, at oljufeløgini halda fram við at skerja sítt virksemi so nógv.

Hetta orsakað av koronasóttini og minkandi eftirspurninginum. So gott sum øll oljufeløg  eru meint rakt av støðuni, og tað hevur serstakliga rakt íløgur í leiting og nýggjar framleiðslur, sum so aftur hevur rakt mongu veitarafyritøkurnar.

Rystad metir, at samlaða arbeiðsmegin í Norra fer at minka við 22.500 starvsfólkum ella umleið 15% komandi árini, har koronakreppan og skerjingar í íløgum og útreiðslum hjá oljufelgnum fáa skyldina skrivar netmiðilin E24.

Í dag arbeiða umleið 150.000 fólk í oljuvinnuni í Norra. Seinast tá oljuprísurin fór um koll frá 2014 til 2016 mistu umleið 50.000 norðmenn arbeiðið.

Støðan í vinnuni nú er sera óviss, tí bæði korona- og prískreppan halda fram. Nær eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa aftur av álvara er ilt at meta um, men ikki er óhugsandi, at koppingarevni móti korona kunnu fáa gongdina at venda heilt skjótt. Tá kann tað so fara at ganga hin vegin, at mangul verður á olju og gassi, sum so aftur fær prísin at hækka og harvið skapa grundarlag fyri aftur at gera íløgur í vinnuna. Men alt hetta er enn púra óvist, tó at tað er ein sannroynd, at heimurin bæði hevur og fer at hava tørv á olju og gassi í mong mong ár aftrat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder